Tap fyri Danmark men sigur á Ukraina

Føroyska mansliðið tapti grannauppgerðina fyri dønum, men móti Ukraina gjørdist talan um sigur og eitt pláss upp í røðini. Kvinnurnar eru nú lidnar at spæla

Brigde

Mánakvøldið spældi føroyska liðið í opnu røðini javnleik, 15-15, móti Liktinstein. Tað var kanska eitt lítið vónbrot, men samstundis eitt úrslit av at mótstøðuliðið einamest spældi hazard heldur enn bridge. Teir bæði bluffaðu og undirmeldaðu, soleiðis at talan í stóran mun gjørdist um gitingar, og tí var tað ein herskin biti fyri føroyska liðið, at lítla tjóðin fekk javnleik burturúr.

Veddaði og tapti
Týsdagin kom so siðbundni stórdysturin móti dønum, har mótstøðumenninir hesa ferð tóku dystin í eins stórum álvara, sum føroyingarnir gjørdu tað. Bogi Simonsen hevði undan dystinum vedda við danska liðskiparan um, hvør skuldi vinna dystin, og hetta kostaði Boga eina fløsku av góðum cognac, tí danir vunnu 23-7. Talan var tó um ein góðan dyst, tó at danir kanska vóru í so hepnir, men tað skal tó leggjast afturat, at teir eisini spældu sera væl.
Føroyska liðið fór tó ikki niður við høvdinum av hesi orsøk. Eftir fleiri góðar dystir og nógv óvæntað stig hevur liðið vunnið stóra virðing, og í 26. umfarinum gjørdist talan um 21-9 á Ukraina. Hetta viðførdi, at Føroyar fluttu upp á 33. pláss, men tá næsta mótstøðuliðið er Svøríki, verður torført at verja hesa støðu. Í dystinum móti Ukraina vóru tað Arnbjørn-Hans Jacob og Heðin-Jóannes, sum spældu. Bogi og Rói hildu hesa ferð frí, eftir at teir annars spældu ein góðan dyst móti dønum.
Í samlaðu støðuni er Italia á odda við 565 stigum. Noreg hevur 486 og Bulgaria ? sum mátti lúta fyri Føroyum ? hevur 479 stig. Føroyar, sum altso eru á 33. plássi, hava 316 stig, og eru næstu londini Belgia og Jugoslavia við ávíkavist 331 og 307 stigum.

Kvinnuarnar lidnar
Føroysku kvinnurnar hava alla tíðina hildið høvdið høgt, hóast tær hava tapt flestu dystirnar. Púra óvæntað vóru tær sera nær við, tá Noreg var mótstøðuliðið. Eftir 17 av 20 spølum var støðan 57-56 til Noreg, men tíverri taptu tær seinastu trý spølini 0-17, soleiðis at samlaða úrslitið gjørdist 11-19 í dystarstigum.
Týsdagin taptu tær 6-24 fyri Ísrael og 7-23 fyri San Marino, so samanlagt endaði liðið á aftasta plássinum, men hinvegin vóru vónirnar um eitt pláss frammarliga í røðini heldur ikki tær stóru. Liðið fekk lagaligar treytir, og slapp tí við EM, og tær seks á liðnum hava avgjørt eina rúgvu av royndum við í viðførinum, tá tær koma heimaftur. Royndir, sum helst kunnu nýtast, tá tær fara at kappast um NM í Havn komandi ár.

Spælið
Vit enda frásøgnina hesa ferð við einum spennandi spælið frá dystinum millum Danmark og Føroyar

KDB106
10874
K103
9
E29542
D965E32
9852D
DB2E8764
87
KB
EB764
K1053

Hjá báðum borðunum var kontraktin 3ut í Suður, og í báðum førum spældi Vestur hjartara út til Hj.E hjá Eystri. Hjá Føroyum helt Hans-Jacob á við Hjartara, meðan Mathias Bruun hjá Danmark snildisliga skifti til kleyvara. Rói kavaði til Kl B, og tá fór Lars Blakset aftur til hjartara, soleiðis at mótspælararnir høvdu fimm stikk, tá teir spældu seg inn á Sp.E. Rói iðraði eftir hetta, tí hóast vakra skiftið, so hevði hann vunnið sína kontrakt, um hann stakk við Kl K, men tað er tó ikki lætt at síggja við stongdum kortum.
Her hava vit hinvegin eitt sera vakurt føroyskt spæl, sum sum eftir trý spøl legði Føroyar á odda.

S. E-V
943
-
8762
KD8754
EK76D8
B987642D53
5EDB1094
10B6
B1052
EK10
K3
E932

Blakset Bogi Bruun Roi
VNES
1ut
3Hj5Klpaspas
pas

Mathias Bruun spældi skiljandi út við Hj 3. Bogi slapp sær av við tveir spaðarar, fann Ru E á rætta staðnum og hevði 11 stik. Á hinum borðinum spældi N-S við smáum 1 útspæli, so Suður opnaði við 1 kl. Yvir 3 Hj. frá Arnbjørn leyp Norður til 5 kl., men her mátti kontraktin lækkast við trimum eftir Sp E, Sp K og spar til trumf og eftirfylgjandi Ru E og rútara til trumf. 11 IMP til Føroyar.