Tann seinasti sløkkir og læsir...

Teir vórðu lidnir á Københavns Maskinskole í 1965 ella fyri 40 árum síðan. Á hvørjum ári ? seinasta leygardag í juni klokkan 12 - hittast teir, og í ár var túrurin komin til, at teir hittust í Føroyum

Hugni

Tað er vorðið alt meira vanligt at savna fólk saman at halda ymiskar serstakar merkisdagar.
Familjur og ættarfólk hittast í veitsluhølum og ítróttarhallum, næmingar, sum gingu í skúla saman fyri mongum árum síðan, fáa høvið at síggjast aftur. Somuleiðis konfirmantar og onnur, sum í sínari tíð vóru saman um eitt hvørt í barna-ella ungdómsárum.
Tað er líkasum vorðið "in" at síggjast aftur eftir nógv ár. Og hví ikki tað? Eitt og hvørt menniskja er í sjálvum sær ein søga, og tá ið tíðin gongur, legst til hesa søgu, sum kann vera góð ella minni góð.
Vit plaga at siga, at veðrið má ráða sær ? og soleiðis er eisini við lagnuni. Vit menniskju stýra nógvum, men vit stýra ikki øllum.
Tað krevur nógva tíð og nógv stríð hjá teimum, sum eftir 20, 30 ella 40 árum, fara undir at leita uppaftur tey, sum vóru í flokki saman ? ella vórðu fermd saman. Men løtan, sum spyrst burtur úr, tá ið dagurin gerst veruleiki, er so mikið hugnalig, at hetta í flestu førum man vera stríðið vert.

Hvørt ár
Í 1965 tók ein flokkur á Københavns Maskinskole prógv. Í hesum flokki var eitt nú vágamaðurin, Esbern N. Joensen, sum býr í Sørvági. Eitt annað kent andlit her á klettunum, sum var í hesum flokki, var Ole R. Lauritsen, sum býr á Strondum.
Tað sjáldsama við hesum næmingum er, at teir hava savnast aftur á hvørjum ári í heili 40 ár ? og í ár var so túrurin komin til, at teir settu stevnu í Føroyum.
Esberg sigur, at ferðin hjá fyrrverandi maskinskúlanæmingunum og "makum" teirra í Føroyum eydnaðist sera væl. Teir komu higar til lands, 24. juni og fóru heimaftur, 29. juni.
Við makum vóru tey 22 í tali.
- Tað er ikki soleiðis, at allir næmingarnir hava verið saman á hvørjum ári, men teir, sum hava kunnað, hava verið saman. Sjálvur havi eg verið við einar fimm ferðir tilsamans, sigur hann.
Esberg sigur, at "skipanin" er hon, at gomlu floksfelagarnir savnast hvønn seinasta leygardag í juni klokkan 12.
- Tann, sum kemur ov seint ? tað vil siga, at er klokkan farin av 12 - noyðist at bjóða ein "umgang", tá ið høvið býðst.

Seinasti steingir
27. juni 1970 "stovnaðu" fyrrverandi næmingarnir eitt felag, sum teir rópa "Foreningen til bevarelse af sammenholdet i Hold R, Københavns Maskinskole 1963 til 1965".
- Endamálsgreinin hjá felagnum liggur í navninum, sigur Esbern og vísir á, at teir eisini hava nakrar "lógargreinar".
Í grein 1 stendur: "Sammenkomst hvert år den sidste lørdag i juni klokken 12.
Esbern sigur, at í næstu greinini stendur, at "udmeldelse af foreningen kan ikke lade sig gøre, medmindre man er død?"
- Í fjórðu og seinastu greinini hjá "felagnum" stendur, at "foreningen kann ikke opløses før alle ? på nær en ? er udmeldt. Sidste mand lukker og slukker.
Esberg N. Joensen sigur, at næmingarnir, sum í sínari tíð gingu á Københavns Maskinskole, hava havt nógvar stuttligar og hugnaligar løtur saman ? og soleiðis var eisini, nú tey vóru í Føroyum.
Sosialurin hitti fólkini í Vágsbotni, tá ið tey vitjaðu í Føroyum og soleiðis, sum prátið gekk, tóktist eingin ivi vera um, at tey høvdu havt ein ógloymandi túr í Føroyum.