Tannáringur sendi Frakland víðari

19 ára gamal syrgdi fyri fronskum 1-0-sigri á Peru, og tað setir eisini Danmark í góða støðu.

Tað vóru ikki bara fraklendingar, sum hildu við Fraklandi ímóti Peru í dag. Eisini danir hava fylgt dystinum við spenningini, tí um Frakland vann dystin, sum teir vóru favorittar at gera, so settu teir Danmark í eina góða støðu undan seinasta umfarinum í bólkaspælinum.


Frakland og Peru áttu hvønn sín góða málmøguleika tíðliga í dystinum, men tað var Frakland, sum spakuliga byrjaði at vinna sær eitt lítið trýst. Góðar 10 minuttir fyri hálvleik gav tað úrslit. Ein væl upplagdur Olivier Giroud royndi seg við skoti, sum umvegis eitt bein hjá Peru endaði beint fyri fótunum á 19 ára gamla risatalentinum, Kylian Mbappé, sum prikaði bóltin í málið til 1-0.


Peru kundi avgera sína egnu lagnu í bólkinum, tí vunnu teir ikki hendan dystin, so vóru teir úti av HM. Teir royndu sum frægast at skapa eitt trýst í seinna hálvleiki, men nærmari eitt langskot á tvørtræið komu teir ikki. Frakland gjørdi ikki meira enn tað neyðuga, men tað var nóg mikið til at fáa tepra 1-0-sigurin í hús.


Úrslitið hevur við sær, at Frakland er víðari til 1/8-finaluna og at Peru er úti úr kappingini. Frakland og Danmark hittast týsdagin í næstu viku, og fær Danmark eitt stig tá, so eru teir eisini víðari til 1/8-finaluna. Um teir tapa og Avstralia vinnur á Peru samstundis sum málmunurin broytist nóg mikið (Danmark er í løtuni tvey mál betri enn Avstralia), so er Avstralia víðari og Danmark úti.


Frakland – Peru 1-0 (1-0)

1-0: Kylian Mbappé, 34.