Tann hvíti hundurin

   

4. september 2003 ringir ein kona til mín og sigur mær frá einum stórum, hvítum, eitt ára gomlum hundi. Ein maður hevur fingið hann í dag, og nú vil hann skjóta hann, tí hann goyr so illa. Hon heldur, at hundurin ræðist mannin. Maðurin ber orð fyri at fáa sær hund og drepa hann heilt skjótt aftaná. Hesin maður eigur ikki at hava hund. "Hjálp hundinum," sigur hon óttafull. Heldigvís veit hon, hvaðani hundurin kom.
Tað eydnaðist mær at koma í samband við bóndan, ið hevði latið hundin. Bóndin sigur: "Hann fekk hundin í dag; men um hann goyr? Hvør er tað, ið ringir? Hvør hevur boðað frá tí?" "Hetta er Djóraverndarfelagið. Tygum mugu bjarga hundinum frá einum sovorðnum manni, tygum mugu taka hann aftur." Bóndin tyktist taka meira synd í sær sjálvum: Hann trúði ... og han helt ... Eg biði hann um at skunda sær. Jánkasliga sigur hann, at hann skal ringja í morgin.
5. september ringi eg til mannin, ið fekk hundin, sigi honum, at eg fari at skriva søguna um hansara hvíta hund, sum hann fekk ígjár. Hann hevði serstakliga ynskt sær ein hvítan hund. "Hvør er tað?" "Djóraverndarfelagið," sigi eg. "Jaaa, eg havi hann ikki meira. Hundurin var so villur. Eg royndi at kela honum; men hann beit meg. Eg fekk ein mann at skjóta hann í dag." Eg sigi: "Ein fremmandan hund mást tú ikki røra. Hann má sjálvur koma til tín, tá hann kennir seg tryggan og veit, at tú ert góður við hann. Og tú fekst hundin í gjár og hevur longu dripið hann í dag?" Eg sigi, at hann má ongantíð fáa sær hund aftur. Hetta lovar hann mær.
6. september ringir bóndin, prátar, sigur seg hava viljað tikið hundin aftur. Hann hevði tosað við mannin, ið sigur, at hundurin var skaddur um lendarnar; men bóndin sigur: "Tað deiliga dýrið. Honum feilti onki, tá hann fór frá mær. So nýtist mær ikki at fara eftir honum í dag."
So illa kann ein hundur koma fyri, latin í fremmandar hendur. Tey, ið lata ein hund frá sær, eiga at tryggja sær, at hann kemur til góð fólk. Tú kanst evt. spyrja aftur til hundin, hvussu hann hevur tað, og hvussu hann er fallin til. Tey, ið seta hvølpar við, eiga at hugsa seg um meira enn eina ferð.