ST væntar ikki, at tann høgi matvøruprísurin fer at fella fyrr enn um tvey ella kanska trý ár ST-matvørustovnurin FAO sigur kortini, at tað er ein uggi, at heystið sær út til at blíva gott nógvastaðni, og at tað kann steðga prísvøkstrinum.
Amerikanska landbúnaðarmálaráðið kunngjørdi í gjár, at gott veður fer at geva nógva hveiti og nógv rís í ár.
Tann høgi matvøruprísurin hevur elvt til ófrið í fleiri londum, tí fólk hava ikki ráð at keypa mat.