Hvar er tín útlongsul og tín ævintýrhugur, heimføðingur?
Jú, vandin er, at onkur sleingir tann spurningin í fjesið á mær, nú eg vil pástanda, at hesin grái føroyski gerandisdagurin er fínasta slag, og at eg trívist við tað, eg geri her og nú her.
Eg føli ikki, at eg forsømi nakað, nú eg siti og skrivi hesa klummuna. Eg droymi meg ikki burtur til fremmand lond, har eg kundi upplivað aðra mentan, mál og mat, sóla mær, dippa tærnar í heitt hav og skolda ryggin av søtari sól. Eg angri meg ikki grønan av, at eg ikki sitið á café í Hamburg og havi lært meg týskt, so tað minnir um týskt. Og í grundini kemur tað mær ikki ein gongd í huga, at eg kundi tikið eitt ár úr kalendaranum og arbeitt í fiski – tunfiski - uttanfyri Marsascala á Malta.
Men nógv av okkum leingjast. Ikki hvønn dag og kanska ikki altíð so langt, men burtur. Og vit leggja planir um, hvussu vit skulu sleppa úr gerandisdegnum, og hvussu alt tá verður betur.
Danski yrkjarin Benny Andersen skrivar í yrkingini De rigtige mennesker um okkum norðurlendingar, sum vilja sleppa burtur: at rejse / bort fra varmedunk og medisterpølse / rejse ud til de rigtige steder /hvor de rigtige mennesker spiser rigtig mad / bor i rigtige huse med rigtige balkoner (...) i norden har man snue, kræft, misundelse /i norden går man udenom pytterne /uden om statuerne /uden om hinanden.
Og skrekkurin er sjálvandi borgarliga lívið í grannalagnum. Hús, hundur og Honda. Klokkan er farin av fimm, bilurin er paralellparkeraður, eplini farin út á, radio stendur frá, og eftir døgurðan verður tað antin ein fótbóltsdystur ella ein sjónvarpsrøð.
Stóri spurningurin er kanska, hvat mann vil hava burtur úr lívinum. Og í grundini er tað upp til okkum sjálvi. Vit kunnu liva lukkulig í grannalagnum, um vit tola ljósini frá lyktapelunum á gøtuni. Men vit kunnu eisini royna at fevna allan heimin – uppliva so nógv, at vit minnast ikki helvtina - men ikki støðast. Sum Bjørn Afzelius svii hugleiðir: Sæð hálvan heimin kanst tú ongantíð temjast, besti vinur mín.
Og apropos vinir, so segði ein, at tað er í fínasta lagi at fara út í heim og royna at røkka stjørnunum. Tú skalt bara vita, at tú kanst smekka heysin í mánan.
Og hetta vóru tankarnir í dag. Í morgin er ein nýggjur dagur.