Tann gloymda neyðin

Umheimurin er alt ov seinur at hjálpa teimum neyðstøddu í vatnflóðini í Landssynningsasia. Altjóða hjálparfelagsskapir rópa nú neyðarróp

Í gjár vóru tvær tyrlur og sleptu 11.000 neyðhjálparpakkum niður til tey neyðstøddu í indiska landspartinum Bihar. Men tað er bara ein dropi í havinum - ella vatninum.

 

- Tann hjálpin, sum kemur, munar als ikki. Okkum tørvar eina luftbrúgv við neyðhjálp, og øll mugu gera sítt, sigur Job Zachariah, sum stendur á odda fyri indisku deildini av ST-hjálparstovninum UNICEF.

 

Vatnflóðin í India, Nepan og Bangladesh er tann ringasta í mong ár. Myndugleikarnir halda, at umleið 20 milliónir fólk eru vorðin heimleys, og at minst 1.400 fólk hava latið lív teir báðar seinastu mánaðarnar. Í Bihar í India er støðan sera álvarssom. Har hevur vatnflóðin rakt minst 11 milliónir fólk, og hildið verður, at tvær milliónir fólk eru savnað á heyggjum, sum ikki eru farnir undir enn.

 

- Vit mugu gera munandi meiri enn tað, sum verður gjørt nú, sigur Job Zachariah við altjóða tíðindastovurnar.

 

Í gjár komu indiskir eygleiðarar til Nepal at halda eyga við tí nógva vatninum, sum rennur úr Himmalaya-fjøllunum, og sum fær áirnar í Nepal, India og Bangladesh at fara langt upp um áarbakkarnar. Indiskir embætismenn, sum hava kannað viðurskiftini, siga, at teir stúra fyri tí ringasta.

 

-Minkar vatnið ikki, fáa vit eina vanlukku, sum verður nógv verri enn alt, sum vit hava sæð fyrr, sigur ein av embætismonnunum við Reuters.

 

 

Umfarssóttir

 

Samstundis ávara heilsumyndugleikarnir í India um, at tað er stórur vandi fyri umfarssóttum, og at fleiri milliónir fólk kunnu gerast sjúk. Eitt nú bera myndugleikarnir í landspartinum Assam ótta fyri, at umfarssóttir kunnu taka seg upp í neyðlegum, har myndugleikarnir hava savnað fleiri túsund fólk, sum hava mist hús og heim av vatninum. Tað er serliga vandin fyri malaria, sum ørkymlar myndugleikarnar.

 

-Vit eru veruliga ræddir fyri, at ein umfarssótt fer at taka seg upp í Assam nú, sigur talsmaðurin hjá landspartastjórnini, Tarum Gogoi.