Tann góði skúlin byrjar við ársverki

Hóast Lærarafelagið hevur mótmælt, hevur Høgni Hoydal sett eina skipan við ársverkum í verk fyri fólkaskúlan frá komandi skúlaári. Tað er ein liður í at menna tann føroyska skúlan, sigur hann. Skipanin verður liðilig við einum árstímatali, sum ikki er býtt upp í serstakar partar

Frá 1. august verður ein nýggj skipan við arbeiðstíðini hjá fólkaskúlalærarum sett í verk. Farið verður frá skipanini við skemalegging sum høvuðsamboð til eina skipan við eini virksemisætlan fyri árið.
? Endamálið er at fáa eina liðiligari skipan, har ábyrgdin verður flutt út á skúlarnar. Skúlastjórin og einstaki lærarin leggja eina ætlan í felag fyri komandi árið. Farið verður frá einari sentralstýrdari skipan til eina skipan, har skúlin leggur alt til rættis innan fyri nakrar ásettar karmar, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður við mentamálum.
Broytingin kemur ítøkiliga til sjóndar við, at farið verður yvir til ársverk fyri lærarar, har hvør lærari fær eitt árstímatal at arbeiða eftir.

Egintíð og skúlatíð
Ársverkið hjá einum lærara, sum arbeiðir fulla tíð, er gjørt upp til 1.800 tímar, tá frítíð og annað er trekt frá. Arbeiðstíðin verður býtt upp í tveir partar: Egintíð og arbeiðstíð.
Egintíðin er gjørd upp til 540 tímar, og hesari tíðini ræður lærarin yvir sjálvur. Hesa tíðina kann lærarin brúka til at ráðleggja, fyrireika og eftirmeta sína undirvísing, gera ársætlanir og samskifta við foreldur uttan fyri skúlatíðina.
Skúlatíðin fatar um allar uppgávur lærarans, sum ikki eru partur av egintíðini. Partur av skúlatíðini eru eitt nú felags ráðlegging, floksundirvísing, bólka- og valbólkaundirvísing, steðgir og fríkorter, lærarasamstarv og annað.
Skúlastjórin og lærarin leggja virksemisætlanina í felag, og lærarin fær eitt uppskot minst fýra vikur áðrenn skúlaárið byrjar, so hann fær rættað møgulig mistøk.

Lærarar mótmæla
Høgni Hoydal hevur tikið avgerðina um, at farast skal yvir til ársverk frá komandi skúlaári. Tað hevur ikki verið uttan svørðslag, tí Føroya lærarafelag sigur seg ikki taka undir við tí leisti, sum er skorin.
Uppskotið hevur verið til frumatkvøðu í Føroya lærarafelag, og limirnir vrakaðu ætlanina, hóast umboð fyri felagið sótu í nevndini, sum gjørdi uppskotið. Atkvøðugreiðslan førdi til, at felagið ikki kundi taka undir við ætlanini kortini.
Alt byrjaði í grundini longu í 1997, tá ein semja varð gjørd um, at arbeiðstíðin skuldi skipast sum ársverk, tí verandi skipan er ov stirvin til nýggju fólkaskúlalógina. Aftur í 2000 varð ein semja gjørd, har ein arbeiðsbólkur varð settur. Í tí semjuni varð samstundis staðfest, at landsstýrismaðurin kann áseta arbeiðstíðina, um partarnir ikki semjast.
? Eg havi tikið avgerð um at seta skipanina í verk, tí hetta er eitt ótrúliga neyðugt amboð til gagns fyri allar skúlar og lærarar. Eg skilji ikki rættiliga, hví tað var sent út til frumatkvøðu, tí vit hava ikki fingið roynt hana enn, og um vit onki gera nú, so kunnu vit halda fram at brúka næstu árini at berjast um smálutir. Hetta er ein roynd, har tvey tey fyrstu árini vera royndarár. Arbeiðsbólkurin fylgir við gongdini og kann gera neyðugar tillagingar, um tað verður neyðugt, sigur Høgni Hoydal.

Til fjals og í fjøru
Broytingin er ein liður í at menna tann góða skúlan, sigur Høgni Hoydal. Einstaki skúlin skal kunna skipa sítt virksemi uttan at vera ov fast bundin at staklutum. Lærarin skal fáa høvi at átaka sær skiftandi uppgávur sum ein sjálvsagdan part av arbeiðnum í skúlanum.
Skipanin hevur verið nýtt í Danmark í nøkur ár, og hóast tað ikki hevur verið upp á tal at venda aftur til gomlu skipanina, so hava atfinningar verið frammi. Eitt nú at hon leggur lærarar í eina spennistroyggju. Men sambært Høgna Hoydal hendir júst tað øvugta við føroysku skipanini.
? Hetta er eitt plagg til fólkaskúlan. Hvør einstakur skúli kann sjálvur binda og laga tað eftir egnum ynski. Vit fara burtur frá miðstýringini. Eftir hesum er líka mikið, um undirvísingin fer fram í fjørðuni, í skúlastovuni ella í haganum. Lærarin fær betri tíð at vera saman við næminginum og taka sær av serligum tørvi, sigur Høgni Hoydal.