Summarið hevur verið heldur kargt við lýggjum døgum, men sólin sær av og á kring landið, og løtan, hendan myndin er tikin, er fullgott prógv um, at góða gamla sólin kveikir lív í ung og gomul.
Myndin er tikin seinasta sunnudag av einum kvívíkingi giftir við gjáarkonu og hon er av kenda hylinum Lítla Fløtti við Gjógv. Vanliga síggja vit henda hyl avmyndaðan við Kallsoynni, Kallinum og Borgaranum í baksýni og tá er myndin landskend. Men við myndatólinum snúraðum eina helvt hinvegin, fær tú rættuliga fatan av hvussu stóran trivna, hesin hylur enn kann geva stórum og smáum børnum.
Í hylinum hava siglandi gjáarmenn tikið fyrstu siglingartíðina og varð hon roknað við, so hevði hon munan. Fyrr var tað helst bara við kíkum og flakum, men seinnu tíðina eru oljutunnurnar væl umtóknar.
Og vita tit hvussu leingi tað tekur at gera ein slíkan tunnubát. Tað tekur í hvussu er ein heilan dag hjá einum smádreingi við meitli og stórum hamara. Tunnubátarnir eru tryggir, leggur tú tveir hálvar brennivínskassar undir miðjuna, men ikki tryggari enn so, at mangan karmin geva teir eisini.
Nú er Gjógv ikki kyrrupláss og stremur er uttanfyri, men á Oyndarfirði sigldu vit onkuntíð við tunnubáti langt út á sandgrynnuna heilt út til dekksbátarnar ,sum lógu við teym, og sætt í bakspeglinum var tað meria hepni enn skil, sum stýrdi verkinum. Børn í dag eiga als ikki at eftirapa tí ørskapinum.
At gera tunnubát er stuttligt og spennandi. Spenningurin er stórur, meðan tunnan verður klovin, og so fáa smádreingirnir frið ein ella tveir dagar, har teir sigla, demma og buka vátar hosir alt í einum. Men upp á eitt ella annað tíðspunkt, tað er ilt at siga akkurát nær tað hendir, so kemur ótti á tey vaksnu og tunnubatarnir og ævintýrið verður forkomið. Men dreymurin um at hava egin far undir fótum sløknar ikki og smádreingirnir manna seg aftur eina tíð seinni og fara at klúgva tunnur.