Tann føroyski Auken

Hans Pauli Strøm og Javnaðarflokkurin

Ein íslendskur mentamaður helt eina ferð fyri við meg, at íslendingar vóru heimsins mætastu nekrolog-høvundar. Eg hugsaði tá við mær sjálvum, at hann kendi ikki føringar. Tí í roynd og veru kundu vit her heima, hvat ið minningarorðum viðvíkir, komið í Guinness Book of Records. Vit hjúkla lítið um næstan, meðan hann er á lívi, ikki fyrr enn hann liggur kaldur undir grønu torvu, koma lovorð og lovsongur – og tá er einki óført.

Hetta rann mær í huga, nú tann mæti danski javnaðarmaðurin og politikarin Svend Auken andaðist. Har komu teir allir á rað, okkara heimligu politisku stórmenni, og orðini vóru so stór og so mjúkrend, at einum rann tár á kinn. Millum hesar hálvgrátandi syrgikonurnar sóust eisini okkara mætastu javnaðarmenn.

Merkiligt og tankavekjandi at hugsa um, at hetta hendi í júst somu løtu, sum einasti føroyski politikari í nýggjari tíð, ið hevur havt Auken-format, varð trokaður burtur við einum, sum tað tykist, ódámligum politiskum kvetti. Var nakar, ið græt? Var nakar, ið segði seg sakna ta dugandi hondina, ta blídligu medferðina, hugsjónarneistan? Vóru tað ikki júst hesir sorgarbundnu Auken-dyrkararnar, sum feldu Hans Paula Strøm? Og sást ein einasti javnaðarpolitikari fella tár, tíansheldur bera fram eina almenna tøkk til mannin, ið tænti sínum flokki so væl og so trúliga?

Míni ørindir eru ikki at lýsa hetta mál út í æsir, og ivaleyst kann Hans Pauli vera mína tøkk fyriuttan. Hann varð, sum vit vita, trokaður burtur við tí grundgeving, at hann ikki helt lógina. Kann vera, og eingin ivi skal vera um, at lóg skal haldast. Men mær tykir, at hesin maður helt ta lóg, sum býður einum ráðharra, ið varðar av heilsu- og sosialmálum, at vísa teimum menniskjum, hann varðar av, umsorgan og ábyrgd og at siga kortanei, tá ið stórorðaðir oddamenn vilja taka av vunnin rættindir.

Hyggja vit at monnum sum Høgna Hoydal og at hansara fylgi, so hava hesi fólk ikki livað upp til hesa somu skyldu. Við at minka blokkin uttan at skapa fyritreytir fyri at fylla í aftur gloppini, hava hesir menn eina høvuðsábyrgd av, at okkara land í dag, í svárari krepputíð, er í uppisetri við likviditet. Í veruleikanum eru tað teir, sum – saman við teimum flokkum, ið virka fyri skattalætta og fyri at starvsbólkar skulu sleppa undan skattskyldu - hava skapt teir trupulleikar, sum hava trongt um okkara peningaligu møguleikar, eisini á heilsu- og sosialamálaøkinum. Hans Pauli Strøm bleiv, í hesi merking, revsaður fyri teirra gerðir.

Men hetta er ikki tað einasta áhugaverda aspektið í hesi sak. Skal ein við fáum orðum lýsa ráðharran, sum Føroyar nú hava mist, so kunnu vit siga, at hann vísti dugnaskap, var arbeiðssamur og hevði konstruktivt politiskt hugflog. Við hesum orðum hugsi eg um gávuna, tá ið ein tvídráttur tekur seg upp, at megna at peika á eitt rúm uttan fyri tvídráttin, eitt triðja univers, og at finna eina loysn har, sum mótpartarnir kunnu góðtaka. Hetta er ein ógvuliga sjáldsamur eginleiki. Ráðharrin vísti hann fleiri ferðir, seinast nú sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki vildu góðtaka eitt skifti í bygnaði úti á Landssjúkrahúsinum. Málið varð loyst, og so hoyrdist ikki meira um tað.

Men Hans Pauli hevði ein annan eginleika – gávuna at fáa fólk at trúgva upp á eina sak og virka fyri henni við lívi og sál. Tann, sum hevur ferðast í USA og sæð skarar av fólki har vagga vambasíð ella verða koyrd – sum smærri útgávur av King Kong - frá einum yvirfyltum borði til tað næsta, veit, hvat eg hugsi um. Einki ilt orð um ovát ella um útsjónd á fólki, men hetta er stór synd, og hetta er tann størsti einstaki heilsutrupulleikin í okkara tíð. Styðjaður av mongum øðrum røskum fólkum, m.a. læknum og fimleikalæraraum, tók ráðharrin málið upp, og føringar gjørdust eitt gangandi, súkklandi og rennandi fólk. Hetta var stórt!

Men hetta – at hava ein ráðharra okkara millum, sum hevði veruligt politiskt hugflog og veruligar politiskar visjónir – toldi Tjóðveldið ikki. Orsøkin er sera einføld. Víst hava fólk sum Annita á Fríðriksmørk og Finnur Helmsdal, t.d. við teirra virksemi í sambandi við grein 266b, víst dirvi og hugflog. Men hinvegin – ikki fá av fólkunum á Tjóðveldisins vinstravongi megna ikki at gera eitt heiðurligt arbeiði, tíansheldur at lyfta ein ráðharrasess. Hesi fólk eru – sum vit hava sæð ferð eftir ferð – konfliktskaparar, ikki konfliktloysarar. Nøkur hava, treyðugt so, eitt ávíst undirhaldsvirði sum framleiðarar av gekkaspæli fyri tann vulgera smakkin – men eru annars, tá tey skulu standa royndina, hvøss sum handabakið.

Stuttligt er at líkna saman Hans Paula Strøm og Høgna Hoydal. Báðir eru gávuríkir og hava politiskt hugflog, men bara tann fyrri virkar á veruleikans hermóti. Hugflogið hjá tí seinna – føroyskt fullveldi – vísir seg sum tíðin gongur at minna meira og meira um okkurt forkunnugt slag av virtual reality, sum – nú tað veðrast burtur “sum sápubløðra” - tekur við sær sjálvt rationalið undir blokkminkanini. Og fyri slíkan fiktivan spuna skulu tey veiku, sjúku og neyðstøddu í Føroyum revsast.

Áhugaverdast, um ein hugsar um hesa sak, er leikluturin hjá Javnaðarflokkinum. Hans Pauli var ráðharri frá 2004, og hann arbeiddi dúgliga, men – burtursæð frá onkrum stuttum lesarabrævi – minnist eg einki um, at flokkurin, tinglimir ella onnur í hansara baklandi nakrantíð komu honum til hjálpar. Tvørturímóti noyddist hann, umframt at fylla sín ráðharrasess, ferð eftir ferð í bløðini at greiða frá sínum politikki og lýsa ætlanir og einstøk mál. Er tað ikki nógv fyri?

Nakað er í einum politiskum samfelag, sum eitur veljararøkt. Tað er umráðandi, at veljarin veit, at tann flokkur, hann styðjar, er til, hevur hugsjónir, ætlanir, politisk og hugmyndafrøðilig mið. Hvat ein annars kann siga um Tjóðveldið – hetta, at røkja veljaran, duga teir. Men nú er tað so, at vit eru nøkur, sum ikki velja Tjóðveldið. Og vit noyðast at spyrja: Hevur Javnaðarflokkurin eina starvsnevnd? Ein skrivara? Ein formann? Hevur flokkurin umboð á tingi? Hevur flokkurin eina stevnuskrá? Um so er, er tað væl og virðiliga krógvað fyri okkum.

Men sjálvsagt – hugtakið veljararøkt kann ivaleyst definerast ymiskt, og kanska hevur Javnaðarflokkurin sína serligu skilmarking. Undirritaði fylti fyri stuttum 67. Eg haldi meg hava tænt mínum landi eftir førimuni, og Javnaðarflokkinum haldi eg meg eisini hava tænt, uttan at eg havi hug at fara í staklutir við tí. Heilsan er tíbetur hampulig, so eg gleddi meg til at fáa gagn av míni lítlu – lutvís skattliga óskerdu – pensjón. Men júst í hesi løtu kemur mín formaður, andbráður og fregin og neyvan tyngdur av armóð, og kunnger, at hann ætlar at taka hetta lítla íkastið frá mær. Er hetta ikki dømi um glæsiliga veljararøkt!

Frá mínum ungdómi minnist eg, at frá januar 1959 sást eitt nýtt andlit í Havnar gøtum, ein maður í svørtum klædningi og við stavi, kvikgongdur, málamikil, heilsandi til allar síður, glógvandi, sprækin av áræði, orku og hugflogi. Maðurin, sum eg seinni fekk høvi til at hitta, æt Petur Mohr Dam, og tað var hann, sum var høvuðskraftin, tá ið okkara føroyska vælferðarsamfelag bleiv útbygt og nútíðargjørt. Hann andaðist, virkin og arbeiðsfúsur til tað síðsta, tann 8. november 1968, og hevði tá aftan fyri seg tað mætasta politiska lívsverkið í okkara landi í 20. øld.

Onkuntíð hevur tað hugbitið meg, at hesin maður – sum Tróndur í Gøtu á sinni – fór at ressast og vitja aftur og – vónandi - koma norð um fjørð at knokkroyta teir menn, sum í dag í stóran mun manna hansara flokk, sum hava sett sær sum mið at syndra hansara verk, og sum enntá eru so frekir, at teir vága sær at taka hansara lýsandi navn í sín munn.

Men eg kvíði fyri, at hann kemur ikki norð at spøkja. Tí – hvør skal kunna blása lív í eitt lík?

------

 

Hanus Kamban