Tann einarmaði hørpuspælarin er aftur svikin – konsertin er avlýst!

Enn einaferð eydnaðist tað borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu at brúka nýggjan musikkskúla sum valagn – og mong trúðu honum og øðrum valevnum, sum hálovaðu einum ríkum og tíðarhóskandi tónaleikaumhvørvi í høvuðsstaðnum Tórshavn.

 

Sum nevndarlimur og forkvinna í musikkskúlanevndini í 8 ár, hevur eittans mál verið, sum hevur fylt alt arbeiðið – nevniliga at tryggja áhugan og karmarnar fyri tónleiklívinum í Tórshavnar kommunu.

 

Longsti bíðilistin í landinum er bíðilistin til at sleppa inn á musikkskúlan í Tórshavn, har fleiri enn tvey túsund børn standa á bíðilista at sleppa at læra at spæla uppá eitthvørt ljóðføri. Sjálvt avbjóðingarnar á dagstovnaøkinum í kommununi í bíðilistahaftinum vóru loystar eftir nógv styttri tíð, enn hetta við at byggja nýggjan  musikkskúla hevur tikið.

 

Borgarstjórin og samgongan í Tórshavanr kommunu njóta ferð eftir ferð ágóðan av, at vit hava evnarík og dugnalig børn og ung, sum spæla tónleik, og uttan lærarans fulla stuðul, so lat hetta seg snøgt sagt ikki gera. Tað tenderar til pamparí at vita, at tað frá býráðspolitikarum í sambandi við móttøkur og festligar løtur ferð eftir ferð eru boð eftir hesum evnaríku tónleikarum/næmingum á musikkskúlanum. Somu politikarar,  sum í veruleikanum ikki hava skilt orsøkina til og álvaran í, hví hesi ungu  talentini veruliga kunnu framføra  fyri teimum.

 

Eitt er at sakligar grundgevingar eru fyri, hví eitt byggjarí ikki skal fremjast, hesar grundgevingar eru ikki givnar í hesum ítøkiliga førinum. Býráðssamgongan hevur treyðugt síðan 2005 sett pengar av til bygging av musikkskúla, eftir at fleiri túsund undirskriftir vóru savnaðar, fleiri enn atkvøðurnar til sjálvan borgarstjóran, sum fekk nógvar atkvøður fyri júst at leggja dent á, at musikkskúlin skuldi byggjast nú. Tjóðveldið segði tá, at øll orkan var sett av til raðfestingar á eldraøkinum, men hetta smæddist borgarstjórin ikki fyri, og lovaði, at ein musikkskúli skuldi vera bygdur eftir bert tveimum árum.

 

Fyrst kom Musikklærarafelagið við einum projekti á Lützenstrøð, sum musikklærarar við sínum limagjaldi sjálvir rindaðu fyri. Hetta var mótarbeitt í samgonguni og bleiv til einkis. Pengar eru yvir fleiri ár varisliga settir av og brúktir til enn eitt projekt, sum varð staðsett í einum mentanarligum umhvørvi nærhendis Norðurlandahúsinum. Eitt valaarbeiði gjørt í tøttum samstarvi við serfrøðingar og lærarar á Musikkskúlanum og Musikkskúlanenvdini. Hetta projektið kundi tryggjað eitt umhvørvi, har karmanir kundu sameinast bæði arkitektoniskt og effektivt. Parkeringstrupulleikarnir við Norðurlandahúsið kundu verið loystir, og økið var sum heild tøkt til seinni at byggja víðari á. Hvar er virðingin fyri teim eldsálum, sum hava brúkt nógva tíð og orku upp á at gera hetta projekt til veruleika, við einum professionellum musikkskúla, sum lýkur nútímans treytir?

 

Projektið hevur drigið út og er broytt samsvarandi viðgerðum í býráðssamgonguni, og hevur hetta verið við til at økja um sjálvan kostnaðin. At sjálvt kostnaðarstøðið er hægri nú, enn tað var í 2007, kann neyvan koma óvart á nakran býráðspolitikara.

 

Ein kann undrast á, at ein politikari í samgongu kann svíkja sínar veljarar so dyggiliga, sum hendan samgongan hevur gjørt, bert við teimum úttalilsum, sum eru komin, og við tí tøgnini, sum annars valdar um málið. Borgarstjórin segði í almennu miðlunum, at fundur beinanvegin skuldi fáast í lag við musikkskúlanevndina, sum eldhugað og samvitskufult hevur røkt sína skyldu sambært teirri reglugerð, Musikkskúlanevndin skal virka eftir. Meginparturin av Musikkskúlanevndini, við forkvinnuni á odda, veit eg brennur fyri teirri uppgávu, tey eru sett at taka sær av. Fyri tey sum ivast, so er Musikkskúlanevndin vald politiskt at umboða áhugamálini hjá býráðspolitikarum við tí atliti at tryggja góðar umstøður fyri tónleikalívið í kommununi. Hetta hevur nevndin tikið í størsta álvara seinastu  mongu árini og hevur støðugt arbeitt sambært politisku lyftunum um ein nýggjan musikkskúla, í teirri trúgv, at lyftini vóru sonn. Hinvegin hevur tað ikki verið eins stórur áhugi frá teim fólkavldu at brúka førleikarnar og vitanina hjá hesum nevndarumboðum.

 

Nú skal musikkskúli ikki byggjast vegna entusiasmu hjá nøkrum nevndarlimum, men tað eru púra greið lyfti givin borgararnum í Tórshavnar kommunu, eisini teim meira enn 2000 børnunum, foreldrum og lærararum, og tað er tí eitt álvarsligt álitisbrot, at borgarstjórin og samgongan sum heild royna at snúgva sær undan hesum lyfti.

 

Sum borgari eri eg púra sannførd um, at eitt ríkt tónleikalív í einum professionellum tónleikaumhvørvi er miljónir vert, bæði við atliti at sjálvum tónleikaríkidøminum, sum kommunan og landið fær aftur fyri íløguna, sum fyribyrgjandi líkasælu og manglandi kreativiteti millum børn og ung og sum beinleiðis stimbrandi faktorur fyri læring í øllum lívsins viðurskiftum hjá børnum og ungum og ikki minst, sum ein ríkan av lívinum hjá øllum, sum elska tónleik og meta hann sum lívsneyðugan mentanarbera.

 

Maud Wang Hansen,
Fyrrverandi forkvinna í Musikkskúlanevndini