Tað gingu sjey ár frá, at tankin um at byggja Lágargarð var føddur til prýðiligi bygningurin stóð liðugur í 1987. Hetta greiddi Ása Poulsen, sjúkrarøktarfrøðingur frá í samrøðu, sum Randi Jacobsen hevði við Ásu Poulsen á Rás2 í morgun. Ása Poulsen tók stig til at savna inn pening til Lágargarð.
Randi Jacobsen tosaði eisini við Metu av Fløtum, leiðara á Lágargarði, Mai Dahl deildarleiðara á demensdeildini, og Róhild Winther, sum er ergoterapeutur á virkis og venjingardeildini á Lágargarði.
Samrøðan kann hoyrast undir greinini.
Í gjár var liðin fjórðingsøld síðani tey fyrstu búfólkini fluttu inn á Lágargarð.