Tankar og tónar í Fuglafirði

Sunnudagin 27. novembur - 1. sunnudag í atvent klokkan 16, verður kórkonsert í Fuglafjarðar kirkju.

 

Tað er tað gamla Gentukórið, sum fer at syngja jólaløg úr ymsum londum.

 

Í dag eru 28 sangarar við í hesum kóri.

 

Tað verður eisini upplestur og myndasýning á uppvørpu.

 

Frits Johannesen stjórnar kórinum, og Eyðun á Lakjuni hevur klaverfylgisspælið.

 

Presturin, Anne Mette Clemensen, verður sangsolistur.