Tankagóðs til valstríðið

Valstríðið til løgtingsvalið er tamt, men hugsanirnar um, hvagar Føroyar fara, og hvussu tær skulu skipast, eru mangar. Hetta vísti fakliga ráðstevnan í Norðurlandahúsinum í gjár, har serfrøðingar løgdu fram tankagóðs til politisku flokkarnar, nú teir skerpa klórnar undan valinum

Føroya landsstýri er ein sem­ings­stovnur fyri politisk ser­áhugamál, og tann sosiali álitissáttmálan, sum fólk ofta hava við sína stjórn, hava nógvir føroyingar ikki við lands­stýrið. Hann hava teir í stað­in gjørt við Danmark gjøgnum Sam­bandsflokkin.
Soleiðis tók Ronnie Thomas­­sen, sam­­felags­frøð­ing­ur, samanum, hvussu før­oyska heimastýrið í grund­ini virkar. Hann duldi ikki fyri, at hann er loysingarmaður og vísti á, at Føroyar 15. hvørt ár við vissu fara at enda í kreppu og kegli við Dan­mark, tí tað hava tær gjørt søguliga.
Í sínum fyrilestri hevði hann fingið til uppgávu at siga, hví Danmark er falskur tryggleiki hjá Føroyum. Og tað gjørdi hann so. Dansk­ar­ar eru líkaglaðir við Føroyar, tí teir eru bara ernir av Grøn­landi, nevndi hann. Bara danski staturin vísir Før­oy­um ans, tí hann vil eiga tær.
Rolf Guttesen skuldi grund­geva fyri, hví hann helt, at ríkisfelagsskapurin, ið Ronnie Thomassen helt vera ein eindarstat heldur enn ein fe­lags­skap, skuldi varð­veitast. Hann vísti m.a. á, at føroyingar hava lætta at­gongd til útbúgving og aðrar fyri­munir í Danmark.
Eisini helt hann, at Føroyar eru ov lítlar at gera mun í al­tjóða sam­ráðingum og tí skulu styðja seg til Danmark. Gott er at hava sterkan vilja á øllum økjum, men ofta er viljin ikki nóg mikið, segði hann og helt, og Danmark annars hevði givið Føroyum evropeiskt dannilsi.
Spurningar vórðu settir teimum báð­um, tá teir vóru lidnir við sín­ar fyrilestrar, og Rolf Guttesen varð spurdur, um ikki føroyingar kundu fara undir útbúgving, um Før­oyar fingu fullveldi. Jú, men í t.d. Onglandi og USA er dýrt at fara undir útbúgving, svaraði hann.

Oyggjar doyggja
Jóannes Jacobsen, búskap­ar­frøð­ingur, og Sámal Matr­as Kristiansen, sam­felags­­frøð­ingur, umrøddu mót­setn­ing­in millum útjaðara og mið­staðarøkið. Jóannes Jacobsen vísti á, at útjaðarin minkar støðugt, men miðstaðarøkið veksur ikki sam­svarandi.
Hetta er ein stórur trupul­leiki, helt hann, tí skulu Før­oyar hava eina framtíð, er ney­ð­ugt, at mið­staðarøkið er stórt og sterkt. Við mið­staðarøkið meinti hann Streym-oynna, Eysturoynna og Vágar.
Sámal Matras Kristiansen helt ikki, at Havnin er nakar metropolur, sum mong ofta kalla hana, og tað verður hon ongantíð. Hann helt eisini, at útjaðaramenning, t.d. við almennum stovnum, er ein spurn­ingur um rættvísi mótvegis ymsu plássunum.
Í síðsta enda snýr tað seg um at skapa livikor fyri allar føroyingar og ikki bara nakrar idealføroyingar, segði hann. Jú, kanska, helt Jóannes Jacobsen, men t.d. Suðuroyggin og Sandoyggin doyggja spakuliga út kortini, segði hann.
Hetta vísti hann við tøl­um yvir fólka­minkingina í oyggjunum síðan 1985. Tal­ið á fólki undir 50 ár mink­ar við miklari ferð. Jóannes Jacobsen helt, at Suðuroyggin heilt vist fer at falla av hesi gongd, men at ein tunnil møguliga kann bjarga Sandoynni.

500 milliónir aftrat
Soleiðis fullu niðurstøðurnar við kontantari avrokning utt­an parta­politisk fyrilit fyri ymsu plássunum, og tað gjørdu tær eisini, tá Johnny í Grótinum, bú­skap­ar­frøðingur, Marita Ras­mus­sen, stjóri í Vinnu­hús­in­um, og Heri á Rógvi, bú­skap­ar­­frøðingur, høvdu síni inn­legg.
Johnny í Grótinum tos­aði um kon­jukturpolitikk og struktur­politikk. Hann helt, at smáar fínstill­ing­ar í sambandi við kon­juk­tur­politikkin muna lítið og onki búskaparliga. Tað, sum veruliga krevst, er at um­skipa stóru strukturarnar, ikki minst í fiskivinnuni, har óvissan er stór.
Marita Rasmussen segði, at um tosk­urin og hýsan vórðu veidd burð­ardygt, kundi hetta skapt eitt meir­virði í fiskivinnuni upp á 500 milli­ónir krónur. Tað helt fyri­­skiparin og orðstýrarin, Heini í Skorini, vera áhuga­vert, tá nú almenna hallið er 500 milliónir.
Heri á Rógvi greiddi frá prís­­støð­inum í Føroyum, sum er 14 prosent hægri enn í Danmark, ið annars er dýr­asta land í Evropa. Hann undir­strik­aði, at Føroyar eru ikki ov lítlar til at hava lægri prísir, men politisk átøk krevjast at venda gongdini, m.a. eftirlit.
Her er skjótt farið ígjøg­num ymiskt av tí, ið sagt varð á miniráðstevnuni í gjár. Mangt annað áhugavert kom fram, ið ivaleyst verður at hoyra um í valstríðnum. Hvør loysnin er at skapa eitt betri land, finst onki einfalt svar uppá, men tankagóðsið finst.