Íslendskir lærarar undirvísa í tango-dansi um vikuskiftið Føroyskir tango-fjepparar hava bjóðað íslendskum tangolærarum heim til Føroyar at undirvísa royndum og óroyndum, ungum og eldri, í tangodansi.
Tað eru tey bæði, Hany Hadaya og Bryndís Halldórsdóttir úr Íslandi, sum fara at hava work-shop í tango-dansi í Havn um vikuskiftið.
Hany og Bryndis eru kendir dansilærarar í Íslandi, har tey hava sín egna dansiskúla. Eisini hava tey vunnið hópin av dansikappingum og framsýningum.
Anna Lise Winther, sum er ein av stigtakarunum, sigur, at øll eru vælkomin at tekna seg, og at fólk skulu vera í klæðum, sum eru góð at vera í. Men skógvarnir skulu helst vera dansiskógvar, sum ikki sita fastir í gólvinum. Konufólkini kunnu vera í skóm við ella uttan hæli. Best er, um fólk tekna seg sum pør, men tað ber eisini til at koma stakur ?ofta mangla mannfólk. Kostnaðurin fyri tango-skeiðið er 500 kr. og lesandi sleppa fyri hálvan prís.
Skeiðið verður í samkomuhøllini á Landssjúkrahúsinum 7.-8. november, og dansað verður fríggjakvøldið kl.18-20 (óroyd) og kl.20-22 (roynd) og leygardagin kl.14-16 (óroynd) og kl.16-18 (roynd). Tekning fer fram á telefon 315310 ella við at senda ein teldupost til alwinther@hotmail.com. Til ber eisini at lesa meira um lærararnar á www.tango.is.