Á bryggjuøkinum miðskeiðis í Vági er eitt virki, ið á mangan hátt er sermerkt. Eitt er, at virkið hevur mong ár á baki, og annað, at virkisøkið hevur verið sermerkt og er munandi økt seinnu árini.
Tangavirkið í Vági byrjaði í 1932. Virkið ger oljutangar og stálarbeiði, so sum trappur, rørarbeiði og mangt annað.
Hóast lív framvegis er í smiðjuni, sum altíð, so er virksemið vorðið meira sjónligt. Fyri nøkrum árum síðani varð byrjað við handilsvirksemi í hølum, ið vóru undir sama takið, har smiðjan heldur til. Men seinni var farið at rigga stóru hølini beint við síðuna av smiðjuni til, og í 2017 lat nýggjur snotuligur handil upp.
Talan er um stóran handil í ljósum og innbjóðandi hølum. Og økt er í stóran mun um handilsvirksemið og vøruúrvalið.
- Í dag fevnir vøruúrvalið til dømis um HVS, arbeiðsklæðir, amboð av merkinum STACO, gass, vørur frá MBM og sápur frá Kemilux, sigur Mortan Mortensen, stjóri.
- Handilin og smiðjan liggja væl fyr við bryggjuøkið, og eru sjónlig miðskeiðis í Vági, sigur Mortan Mortensen.











