Tangavirkið í nýggj og stór handilshøli

Tangavirkið hevur nú handilin til handverkaran og privatkundan. Fríggjadagin verður móttøka.

Tangavirkið í Vági er flutt í stór handilshøli miðskeiðis í Vági, og eftir at arbeitt hevur verið miðvíst í longri tíð, eru hølini nú ein nýggjur, ljósur, stórur og sera snøggur handil.

 

 

Frammanundan hevði Tangavirkið lítil handilshøli sum part av virkseminum, men fyri 14 døgum síðani flutti handilin í nýggju handilshølini, ið eru beint við síðuna av sjálvum Tangavirkinum.

 

 

Fríggjadagin verður hetta markerað við móttøku í snøgga handlinum.

 


Stórur bygningur

Tað var í ár 2000, at Tangavirkið bygdi ein minni tilbygning uppí smiðjubygningin, og har lat handil upp.

 

 

Í 2010 keypti Tangavirkið stóra bygningin, sum liggur beint við Tangavirkið, har m.a. bowlinghøll helt til. Kjallarin varð gjørdur til verkstað.

 

 

- So var eftir at finna útav, hvat ovari parturin av stóra bygninginum skuldi brúkast til, siga Mortan Mortensen, stjóri, og Arni Brattaberg, sum saman við Poul Augustinussen hevur tikið sær av at gera handilsverkætlanina til veruleika.

 

 

Síðani fóru teir til verka, og úrslitið er í dag eini stór og ljós handilshøli, umframt goymsla og ljóst loft, har stór skrivstova og fundarhøli eru.

 

 

Bygningurin er 400 fermetrar, harav handilin er 220 fermetrar og goymslan er 180 fermetrar.

 


Víðkað vøruúrval

- Nú er alt undir sama takið, og endamálið er at veita góða heildartænastu, sigur Mortan Mortensen.

 

 

Og her snýr tað seg um HVS, sum handilin eisini hevði fyrr, men nú er vøruúrvalið víðkað við amboðum, trygdarútgerð, arbeiðsklæðum, sápum, el-lutum og so framvegis.

 

 

Eisini er samstarvsavtala gjørd við MBM, nú slakt er í hondum.

 

 

- Hetta kann gerast til meira seinnni, eins og vit ætla at gera avtalur við aðrar veitarar um vørur, ið kanska eru knýttar at ávísum árstíðum. Hetta er ein byggimarknaður til handverkaran, vinnuna og privatkundan, sigur Mortan Mortensen.

 

 

Móttøka

Fríggjadagin skipar Tangavirkið fyri móttøku í nýggja handlinum, har kaffi og køkur eru til viðskiftafólkni, og okkurt gott til børnini. Móttøkan er klokkan 13:00.

 

 

 

MYND: Mortan Mortensen, stjóri, frammanfyri nýggju og stóru handilshølunum.