Jerome Jeuffrey, lektari, sum stendur á odda fyri ætlanini, sigur við Nyhedsmagasinet Ingeniøren, at málið er at finna eina skipan, sum fer at gera tað óneyðugt hjá teimum stóru tangaskipunum at brúka olju. Hann vísir á, at í 1800-talinum bar tað væl til at gera seglskip, sum vóru meiri enn 100 metrar long, so tað eigur eisini at bera til í dag, heldur hann.