Tangaskip rænt

Alt bendir á, at nigeriskir sjórænarar hava rænt eitt franskt oljutangaskip, sum siglir undir Luksenburg-flaggi. Tað sigur altjóða sjóferðslufelagsskapurin IBM, sum eisini veit at siga, at 17 mans eru við skipinum.

Sagt verður, at reiðaríið misti sambandið við skipið í gjár, tá tað var statt úti fyri Fílabeinsstrondini.

Noel Choong, sum er leiðari á IMB-skrivstovuni í Kuala Lumpur, sigur við tíðindastovurnar, at tað er líkt til, at sjórænararnir eru farnir at gera meiri um seg úti fyri Fílabeinsstrondini, eftir at Nigeria og Benin hava økt eftirlitið við teirra havleiðum.

Tað merkir tó ikki, at skip fáa frið har. IMB sigur, at í morgun varð skotið eftir einum skipi úr Sameindu Arabisku Emiratunum, sum lá uttan fyri nigeriska havnarbýin Lagos. Ein av manningini mátti á sjúkrahús.