Tað var ein ógvuslig sjón, ið møtti fólki, ið kom í bátahylin í Vági leygarmorgunin. Um náttina hava ótangar havt fragd av at gera seg inn á stuttleikabát.
Ótangarnir hava kett seg og hava stytt sær stundir við at blaka hegnpelar í bátin, so rútarnir fóru í knús. Tá fólk kom á staðið á morgni, var nærum ikki heilur rútur eftir og hegnpelarnir stóðu í allar ættir úr brotnu rútunum.
Hegnpelarnar høvdu ótangarnir tikið frá timburhandlinum, ið heldur til á økinum. Hvør tað er, ið hevur framt herverkið, er ikki greitt.