Tangabilur fór í luftina

Í hvussu er 22 fólk doyðu, tá ein tangabilur fullur av benzini rendi á ein brúgvarsteyra í saudiarabiska høvuðsstaðnum Riyadh í morgun og sprongdist. Minst 135 onnur fingu skaða. Spreingingin er vera hørð, og fleiri hús í grannalagnum fingu skaða. Nógvir bilar vórðu oyðilagdir.

Myndugleikarnir siga, at fyribils er einki, sum bendir á, at talan var um yvirgang, hóast hendingin var stutt frá høvuðsstøðini hjá saudiarabisku tjóðarhirðini.

Tey fyrstu tíðindini søgdu, at nøkur fá fólk høvdu latið lív, men talið vaks skjótt, og sambært teimum seinastu tíðindunum er tað ikki óhugsandi, at vanlukkan hevur kravt uppaftur fleiri mannalív enn tey 22.