John Johannessen
Tingfólk hildu seg til sjálva frágreiðingina og lótu vera við at nevna persónar og flokkar, tá uppskotið um at taka til eftirtektar frágreiðingina um politikkin í áttatiárunum var til fyrstu viðgerðar í tinginum í gjár.
Framsøgufólkini fyri ymsu flokkarnar søgdu seg taka frágreiðingina til eftirtektar, og vístu á, at neyðugt er, at politikarar í dag eiga at taka við læru av frágreiðingini, sum staðfestir, at politikararnir í áttatiárunum ikki vóru nóg dugnaligir.
Viðurkendi sína ábyrgd
Javnaðarflokkkurin hevði politisku leiðsluna meginpartin av áttatiárunum, og er partur av frágreiðingini tískil meintur móti Javnaðarflokkinum, hóast hon ikki sigur tað beinleiðis.
Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, segði í framsøgurøðu síni, at flokkur hansara viðurkennir sær ábyrgdina av førda politikkinum í áttatiárunum og harmast um tær avleiðingar, ið stóðust av førda politikkinum.
? Tað skal eingin ivi vera um, at Javnaðarflokkurin svára harmast um alt tað, sum vit í dag kunnu siga var betur ógjørt. Flokkurin tekur sín part avbyrgdini, og vit taka hetta til eftirtektar við einum greiðum ynski um, at vit taka við læru av øllum tí, sum ikki átti at verið hent, segði Jóannes Eidesgaard í røðu síni.
Mugu hava fulla ábyrgd
Eins og politikararnir úr honum flokkunum, tók Annita á Fríðriksmørk úr Tjóðveldisflokkinum í viðmerking eisini undir við frágreiðingini og vónaði, at politikarar læra av henni.
Men Annita á Fríðriksmørk vísti samstundis á, at neyðugt er at hava fulla ábyrgd í egnum landi, fyri at kunna taka ábyrgd av førda politikkinum.
Tá Sosialurin fór til prentingar beint eftir middag í gjár var enn nógv eftir av orðaskiftinum.
Uppskotið frá formansskapi løgtingsins um at taka frágreiðingina frá grein 19 nevndini til eftirtektar varð eftir fyrsti viðgerð beint í rættarnevndina.