Talvungdómur til NM

IM Helgi Dam Ziska skal verja NM-heitið, ið hann –sum fyrsti føroyingur - vann í fjør. Í ár telvar hann tó í U-21 bólkinum, hóast hann enn hevur aldur at telva í U-16. Og fyri fyrstu ferð eru tvær gentur við í føroyska hópinum

Talv

Komandi vikuskifti luttaka 10 unglingar úr Føroyum í Norðurlandameistaraheitinum í talvi fyri ung, sum hesuferð er í Reykjavík í Íslandi. Kappingin er á hvørjum árið um miðjan februar, og skiftast londini um leiklutin sum fyriskiparar.
Kappingin er skipað í aldursbólkar, og hevur hvørt land tvey umboð í hvørjum bólki.
Í Føroyum vóru úttøkukappingar og finala, sum samstundis vóru FM-kappingar, í november mánaði. Tvey tey fremstu í hvørjum bólki vunnu sær rætt at umboða Føroyar í Íslandi.
Tveir av okkara sterkastu telvarum – Martin Poulsen og IM Helgi Dam Ziska - hava staðið fyri venjingum undan NM. Somuleiðis hevur venjingarlega verið vesturi í Vágunum, á Hotel Vágum, har danin Esben Lund, sum rekur Copenhagen Chess School, fyriskipaði venjingunum. Sera væleydnað lega, undir sera góðum umstøðum.
Søguliga sæð, hevur hepnast fleiri føroyskum telvarum at vinna bronsuheiðursmerki í NM, og stundum hevur resta sera lítið í enn betri plaseringum. Men í 2006 kom loksins søguliga gjøgnumbrotið, tá IM Helgi Dam Ziska, vann NM-gull í aldursbólkinum U16.
Kappast verður í døgunum 16. til 18. februar, og ber til at fylgja við einstøku talvunum á www.faroechess.com.

10 ár og yngri
Í yngsta bólkinum luttaka Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági og Heðin Gregersen úr Klaksvík. Hóast bert 9 ára gamal, hevur Høgni royndir frá NM í Noregi í 2005 og Finalandi í 2006 – og er Føroyameistari í aldursbólkinum triðja árið á rað. Heðin Gregersen hevur ikki roynt seg í hesum høpinum áður og spennandi verður, hvussu støðuga framgongdin í seinastuni fer at hilnast í kappingini. Tvey ógvuliga spennandi umboð í yngsta bólkinum, sum hava rímiliga góðar møguleikar við atliti at umboðunum úr hinum londunum.

11 – 12 ár
Føroyameistarin, Sára Traber Olsen úr Tórshavn og Johan Hentze av Norðskála, umboða Føroyar í hesum bólkinum. Johan hevur roynt seg áður til NM og mennist alsamt, meðan Sára – sum gjørdi bart í FM-finaluni og gjørdist fyrsti kvinnuligi FM-vinnarin í talvi – ikki hevur roynt seg í hesum høpinum áður. Bólkurin er ofta opin, men mótstøðan er munandi harðari, í mun til yngsta bólkin. Hóast styrkismettir niðarlaga í feltinum er rímiligar vánir fyri einum heiðurligum úrsliti.

13 – 14 ár
Aftur hesuferð verða Føroyar umboðaðar av trífelda føroyameistarnum Hjalta Toftum Jógvansson úr Tórshavn og unglingaføroyameistaranum Rógva Egilstoft Nielsen úr Sandavági. Hesir báðir luttaka á 5 sinni uppí slag í NM høpi. Rógvi vann bronsu, tá NM varð hildið í Føroyum fyri 5 árum síðani. Telvingin seinnu tíðina kundi bent á, at hesir báðir er í einari góðari gongd í løtuni. Og brúk verður fyri royndunum teir higartil hava ognað sær, tí mótstøðan verður rættiliga hørð. Men raka teir “dagin”, kann tað eisini í hesum bólkinum gerast spennandi.

15 – 16 ár
FM vinnarin Rógvi Dragaberg og DM vinnarin Herborg Hansen – bæði úr Klaksvík eru okkara umboð í hesum bólkinum. Rógvi Dragaberg hevur roynt seg í NM-høpi áður og hevði eina góða NM kapping í Finlandi, hóast stigini ikki vildu á stigatalvuna. Herborg Hansen roynir seg á fyrsta sinni í NM. Uppgávan verður trupul, men hóast bæði eru styrkismett nakað lægri enn hinir telvararnir í bólkinum, eru vánirnar rímiligar fyri einum jaligum úrsliti.

17 – 20 ár
Tær heilt stóru vánirnar eru í hesum bólkinum, har Helgi Dam Ziska er styrkismettur ovastur í bólkinum. Men tað er greitt, at mótstøðan er rættiliga hørð, og telvingin skal vera optimal, skal tað eydnast at vinna bólkin. Saman við Helga luttekur Jón Gregersen úr Sandavági í bólkinum. Jón hevur royndir í NM-høpi og hevur staðið seg væl í liðkappingini í vetur, har hann hevur telvað í 1. deild.