Umframt sjómansheimini so eru hálvthundrað sjómanskvinnuringar knýttir at Sjómansmissiónini. Sjómanskvinnuringarnir stuðla bæði andaliga og handaliga við forbøn og peningi. Tær gera eisini teir vælumtóktu jólapakkarnar til sjófólkið.
Sjómansmissiónin hevur skrivstovu í Nesvík og hevur ein sjómanstrúboðara í starvi. Hann hevur árliga uml. 300 vitjanir umborð á skipum og bátum.
»Øll« føroysk skip hava frá Sjómansmissiónini fingið sangbøkur, andaktsbók, lestrabók, sjónbond við andaligum innihaldi o. a. umborð. Hetta gevur sjófólkinum møguleikar fyri at hava lestur og andaktir umborð. Í vetur hevur eisini verið arbeitt við at givið útróðrarbátunum andaktsbøkur.
At alt hetta fjølbroytta arbeiðið er gjørligt kemur av, at tað eru fleiri, sum hava kærleika og umsorgan fyri sjófólkinum og fyri sjómansmissiónini.
Sjómansmissiónin fær ongan almennan stuðul, og tí eru tað tær frívilligu gávurnar, sum bera arbeiðið fíggjarliga.
Prædikuteksturin sunnudagin 4. juli er um fiskiveiði Pæturs Luk. 5,1-11. Tá er samstundis innsavnan í flestu kirkjunum til arbeiðið hjá Sjómansmissiónini. Hervið skal ljóða ein hjartans tøkk til øll tykkum sum stuðla, og sum virkað í og fyri Sjómansmissiónini.
Guð signi sjófólkið og sjómansmissiónina!