Talvudagur fyri Sunnudagsskúlan hjá Heimamissiónini

Sunnudagsskúlin hjá Kirkjuligu Heimamissiónini virkar í nærum øllum bygdum í landinum. Fólk í øllum aldri minnast aftur á barnaár hvar ein nátturligur partur av sunnudegnum var at fara í sunnudagsskúla. Ígjøgnum mong ár hava trúgvir sunnudagsskúlalærarar verið við at boða boðskapin um Jesus Kristus fyri børnum. Í alt 60 sunnudagsskúlar eru tilknýttir sunnudagsskúlan hjá Heimamissiónini. Umframt hetta hava eisini 5 sunnudagsskúlar í Danmark tilknýtið til Heimamissiónina í Føroyum. Hesir sunnudagsskúlar hava uml. 3.000 børn sum trúliga møta upp viku eftir viku, hóast tilboðini til børnini eru mong í dag.

Sunnudagsskúlin verður stýrdur av eini landsnevnd, sum hevur til høvuðsuppgávu at stuðla arbeiðinum, ráðgeva sunnudagsskúlalærarum og skipa fyri landsarbeiðið runt um landið. Til at samskipa tær ymisku og fjølbroyttu arbeiðsuppgávurnar í tí dagliga hevur sunnudagsskúlin ein barnaráðgeva og ein hjálpartrúboðara í starvi.

Landsnevndin er skipað við fólkið úr øllum landinum og stendur á odda fyri arbeiðinum sum Sunnudagsskúlin hjá Heimamissiónini ger.


Summarlegur

Tað størsta tiltakið hjá Sunnudagsskúlanum eru summarlegurnar, sum á hvørjum ári savnað nógv børn og vaksin saman. Í ár hava legur verið í Leguhúsinum í Nesvík, í Sørvági og í Porkeri.

Á summarlegum er bæði gaman og álvara á skránni hvønn dag. Børnini fáa eitt hefti við 5 bíbiltímum, sum verða hildnir hvønn dag á leguni, tey hava ymiskar kappingar, gera ítriv, fara

útferðir o.m.a.


Tiltøk

Sunnudagsskúlin skipar eisini fyri tiltøkum fyri børnum ymsastaðni. T.d. er vanligt við felagssunnudagsskúla fyri ávís øki. Til hesi tiltøk er ofta okkurt spennandi á skránni, sum ikki er til ein vanligan sunnudagsskúla.


Talvudagur

Sunnudagsskúlin hjá Heimamissiónini hevur hvørt heyst ein talvudag í kirkjum okkara. Her verður savnað inn til arbeiðið, sum sunnudagsskúlin ger. Í ár verður talvudagurin komandi sunnudag 26. sept.

Landsnevndin takkar hjartaliga fyri valvild frá kirkjuráðum og kirkjufólki og fyri gávuna sum kemur inn.