Talvlandsliðið til OL sett

Nú er greitt, hvørjir skulu umboða Føroyar á talvolympiaduni í Noregi í summar.

Nú er greitt, hvørjir skulu umboða Føroyar á talvolympiaduni í Noregi í summar. Manningin verður hendan:

 

1. IM Helgi Dam Ziska, HT 2480

2. IM John Arni Nilssen, Skanderborg Skakklub 2387

3. IM John Rødgård, VT 2347

4. Olaf Berg, HT 2305

5. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2251

 

Hetta er at kalla sterkasta manning, ið hugsast kann hjá Føroyum. 16 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen hevur vunnið sær sætið á OL-liðnum sum nýklaktur føroyameistari. Hinir eru teir fremstu á føroyska styrkilistanum.

 

Talvolympiadan verður í Tromsø í Noregi í døgunum frá 1. august til 14. august. OL-stevnan í talvi hevur ikki verið hildin í norðurlondum síðani telvað varð í Helsinki í 1952. Rættiligur talvfepur herjar í Noregi eftir at Magnus Carlsen í fjør gjørdist heimsmeistari. Hann verður sjálvsagt á 1. borði hjá Noregi í OL-kappingini á heimavølli.

 

Føroyar standa seg vanliga væl í talvkappingum fyri landslið. Í seinastu OL-kappingini, sum var í Istanbul í Turkalandi í 2012, endaðu Føroyar nummar 68 av 156 londum. Í vetur vunnu Føroyar talvkappingina fyri smátjóðir í Evropa.

 

Føroyski styrkilistin
 

 

Talvsamband Føroya hevur júst kunngjørt nýggjasta styrkilistan. Í alt eru 358 telvarar skrásettir í Føroyum. Topp 10 særsoleiðis út:

 
1. Helgi Dam Ziska, HT 2480

2. John Arni Nilssen, Skanderborg Skakklub 2387

3. John Rødgård, VT 2347

4. Olaf Berg, HT 2305

5. Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 2276

6. Jóan Hendrik Andreasen, HT/K41 2261

7. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2251

8. Flóvin Tór Næs, HT/K41 2229

9. Martin Poulsen, HT 2223

10. Rógvi W. Rasmussen, Hrókurinn 2217