Føroyar fáa harða mótstøðu aftur í dag á talvolympiaduni í Istanbul.
Føroyska landsliðið telvar ímóti Georgia, sum er styrkismett sum nummar 26 í kappingini. Fýra stórmeistarar við høgum styrkitali sita á hvørjum borði. Føroyska liðið í dag verður Helgi Dam Ziska, John Arni Nilssen, John Rødgård og Rógvi Egilstoft Nielsen.
Føroyar fingu eitt hálvt stig í dystinum móti Kazakstan í gjár. John Arni Nilssen megnaði við svarta fólkinum at halda tørn á øðrum borði. Kazakstan er styrkismett sum nummar sjey í kappingini. Føroyar eru eftir tapið í gjár nummar 62 av teimum 157 liðunum í kappingini.
Eftir trý umfør er USA á odda, Kina er nummar tvey og Týskland nummar trý.Russland er styrkismett sum nummar eitt, men roknað verður við harðari kapping um gullið hesaferð.