Talvdrotningin mátti lúta fyri Anand

Talvdrotningin Judit Polgar bjóðaði í vikuskiftinum indisku stjørnuni og trifremsta telvaranum í heiminum, Viswanathan Anand, av í kviktalvsdysti í Mainz, Týsklandi

Seinastu árini hava týskarar skipað fyri serligum kviktalvsdystum við heimsins kendastu talvnøvmum. Anand hevur verið annar telvarin trý ár á rað, og væl hevur gingist honum. Í 2001 vann indarin á sjálvum Vladimir Kramnik, í fjør stóð Ruslan Ponomariov fyri skotum og í ár slapp Judit Polgar at royna seg móti kanska heimsins besta kviktelvara.
Polgar hevur seinasta árið av álvara trinið inn í heimselituna. Hon hevur 2718 ratingstig, og tykist tað heldur ikki sum hon fer at hvíla leingi við tí talinum. Møguliga síggja vit hana um nøkur ár sum avbjóðara til sjálvt HM-heitið. Stuttligt hevði tað verið.

Favorittsigur
Mannagongdin í dystinum varð, at hvør telvari hevði 25 minuttir í part til alt talvið umframt at ein fekk 10 sekund eyka fyri hvønn leik. Átta talv vórðu leikt uppá fýra dagar.
Talvsvongdin hjá báðum telvarunum var í hæddini hesar dagarnar í Týsklandi. Eingin javnleikur bleiv leiktur og er tað at kalla óhoyrt í elitutelving tá talan er um fleiri talv. Eisini í kviktalvum.
Tríggjar reisir hevði la femme leiðsluna; 1-0, 2-1 og 3-2, men hvørja ferð svaraði Anand aftur. Seinasta og avgerandi dagin vann hann enntá bæði talvini, og endaði dysturin tí 5-3 til framanundan spádda favorittin.
Hóast 5-3 kanska tykist sum ein tryggur sigur, kundi steypið saktans fari báðar vegir. Eftir dystin segði víðagitna ungarska kvinnan, at hon seinastu tvey talvini var ov nógv merkt av nervum, og misti tí tráðin fleiri ferðir. Talvið hesa vikuna er hitt seinasta í dystinum, og nervøsiteturin speglast týðiliga ígjøgnum hjá Polgar. Anand nevndi, at hetta mundi vera ein hin strævnasti kviktalvsdystur hansara nakrantíð, og var tí sera fegin um at loksins hava koppað fremsta kvinnuliga telvaranum og vinna triðja árið á rað í Týsklandi.

John Arni vann
Sum tað í seinastu viku varð nevnt, so eydnaðist tað John Arna Nilssen at ogna sær sín næsta IM-norm í kapping í Budapest. Tá var kappingin tó ikki liðug. Trettan umfør blivu leikt og tíggju stig vann John Arni sær. Sjey sigrar og seks javnleikir. Eitt ómetaliga flott úrslit, sum gav honum fyrsa plássið saman við einum ungum amerikumanni, Lenderman.
John Arni hevur við sigrinum nú eitt methøgt føroyskt ratingtal áljóðandi 2425! Nú manglar bert ein IM-normur aftrat og John Arni kann tá kalla seg altjóða meistari.