Talv í Norðurlandahúsinum

Seinasta kappingin í hesari røðini av barna- og ungdómskappingum varð hildin leygardagin 13. apríl í Norðurlandahúsinum, sama dag sum Garry Kasparov, 39 ár, hevði føðingardag. Tilsamans luttóku 28 lið og uml. 130 børn

Talv

Fjórða og seinasta kapping av hesum slag innan summar er nú lokin, og samanumtikið hava barna- og ungdómskappingarnar verið ein stór succes. Væl yvir 100 børn hava á hvørjum kappingum luttikið og í Havnini tann 3. mars vóru ikki færri enn 220 børn og royndu seg. Talvsambandið og ungdómsnevndin við Jóannes Guttesen, Bergur Johannesen og Reinholdi Isaksen á odda eiga stóran heiður fyri gongdina. Eisini hjálparar úr flestu talvfeløgum okkara og foreldur hava stuðlað óførað væl hesu positivu menning.
Forsetin í Talvsambandi Føroya, Rani Nolsøe, hevur alt gott at bera tiltøkunum, og eisini seinastu kapping í vár í Norðurlandahúsinum.
- Tað gekk óføra væl við fyrireikingunum til allar kappingarnar. Góð kappingarleiðsla og góð hjálparfólk hevur verið lykilin til okkara succes. Stemingurin í Norðurlandahúsinum leygardagin var avbera góður, og gleðiligt var at síggja ein fullan sal við ivrigum børnum og foreldrum, sigur Rani Nolsøe.

Við fyri at læra fyrst og fremst
Lið úr Havnini og Klaksvík hava ikki óvæntað dominerað kappingarnar. Feløgini bæði hava eina stóra breidd. Tað mest umráðandi í hesum kappingum hevur tó sjálvsagt verið at verið við fyri at læra og hugna sær við javnaldrum kring landið. Kappingarhugurin kemur so líðandi.
Øll feløg hava verið umboðandi, harav eisini skúlar, so sum Venjingarskúlin í Havn, felagskúlin á Oyrarbakka og Kollafjarðar skúli.

Heiðursbræv til øll
Karin Kjølbro setti kappingina og eftir lokna kapping handaði Landsstýrismaðurin við Mentamálum Óli Holm, steyp og heiðursmerkir til vinnararnar. Øll lutakandi børnini fingu eitt serligt TSF-heiðursbræv.

Úrslitini vórðu hesi:

Fyri børn upp til 4. flokk vunnu:
1KTF 37,5g
2HT 36,5
3MT 16,0g

Fyri børn frá 5. flokki og upp eftir vunnu:
1HT 140,5
2KTF 137,5
3KT 125,0

Sostatt er av á hesum sinni við barna- og ungdómskappingunum, men eftir summar verður farið til brots aftur.
- Barna- og ungdómskappingarnar verða uppafturtiknar til heystar. Tá verður helst ein av kappingunum fyriskipaðað sum úttøkukapping til NM fyri unglingar, sum verður í Føroyur feb. 2003. Enn er tó eingin endaliga støða tikin til hetta mál. Talv er í dag vorðin ein av teimum størru ítróttargreinunum í Føroyum, sigur Rani Nolsøe at enda.
Og júst hetta hava luttakaratølini til kappingarnar í vár væl prógvað.