Talv: Javnleikur í toppdysti

Tað endaði 2-2 í fyrra sínamillum dystinum millum suverenu oddaliðini í landskappingini í talvi - Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag.

Carl Eli Samuelsen (høgrumegin) koppaði í gjár Høgna Egilstoft Nielsen (vinstrumegin) á 2. borði í toppdystinum millum Havnina og Sandavág. Dysturin endaði javnur 2-2.

Allir dystirnir í øllum deildum í fimta umfari vórðu telvaðir í stórum felagsumfari í Vestmanna í gjár.

 

 

 

Komið er nú hálva leið í landskappingini í talvi.

 

 

 

Havnarmenn vóru eitt stig fremri fyri innanhýsis dystin í gjár, og tann støðan broyttist ikki, tí dysturin endaði javnur.

 

 

 

Tað endaði javnt á fremsta og aftasta borði, og á miðborðunum fingu liðini hvør sín sigur. Eitt sindur óvæntað vann Havnin á øðrum borði og Sandavágur á triðja borði - hitt øvugta var kanska heldur væntandi.

 

 

 

Høgni grundaði djúpt og leingi um heldur spentu og kompleksu støðuna, sum kom upp á borðinum, og endin var, at tíðin gekk undan hjá honum í ógreiðari støðu. Carl Eli fekk her søta hevnd fyri snópisliga tapið fyri Høgna í FM-einstaklingakappingini á páskum í fjør, tá ið hann tapti í sera góðari støðu.

 

 

 

Silas kláraði at fáa vinnandi fyrimun í at síggja til javnari endastøðu. Ein kærkomin uppreisn hjá Silasi, sum mest hevur telvað á B-liði felagsins í vetur.

 

 

 

Rógvi Egilstoft fekk - sum so ofta fyrr - remis móti stórmeistaranum. Helgi og Rógvi telvaðu eitt fínt talv. Helgi offraði býtismun í miðtalvinum, leingi var líkt til, at tað fór at geva honum avgerandi fyrimun, men eftir drúgt og spennandi talv, endaði stríðið við javnleiki.

 

 

 

Sama var á fjórða borði. Sjúrður og Jón telvaðu eisini báðir væl, men har stóð fast allan vegin, tó at nógvar snildir vórðu royndar at skaka javnvágina.

 

 

 

 

 

5. umfar, 5. januar 2024

 

Havnin - Sandavágur 2 - 2

 

Helgi Dam Ziska - Rógvi Egilstoft ½ - ½

 

Carl Eli N. Samuelsen - Høgni Egilstoft Nielsen 1 - 0

 

Luitjen Akselsson Apol - Silas Eyðsteinsson 0 - 1

 

Sjúrður Thorsteinsson - Jón í Horni Nielsen ½ - ½

 

 

 

Hinir dystirnir

 

Havnin 2 - Klaksvík 1 ½ - 3½

 

Klaksvík 2 - Sandavágur 2 2 - 2

 

 

 

Støðan í 1. deild (eftir 5 umfør):

 

1. Havnin 16½ stig

 

2. Sandavágur 15½

 

3. Klaksvík 11

 

4. Sandavágur B 8

 

5. Havnin B 5

 

6. Klaksvík B 4

 

 

 

 

 

Hinar deildirnar

 

 

 

Telvað var í øllum deildum í gjár. Í aðru.- og triðju deild eru liðini seks, í fjórðu deild eru tey tíggju, og í unglingadeildini níggju.

 

 

 

Støðan í 2. deild

 

1. Kollafjørður 13½

 

2. Kongshavn (Runavík) 10½

 

3. Klaksvík 9½

 

 

 

Støðan í 3. deild

 

1. Toftir 14½

 

2. Sandavágur 13½

 

3. Rókur 10 ½

 

 

 

Støðan í 4. deild

 

1. Havnin 17

 

2. Klaksvík 15

 

3. Klaksvík 13

 

 

 

Unglingar

 

1.-3:

 

Klaksvík 9

 

Gøta 9

 

Havnin 9

 

 

 

Meira kann lesast um kappingina á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

 

 

 

Telvað verður aftur í landskappingini um tvær vikur. Tá koma dystirnir í sætta umfari fyri.

 

Carl Eli Samuelsen (høgrumegin) koppaði í gjár Høgna Egilstoft Nielsen (vinstrumegin) á 2. borði í toppdystinum millum Havnina og Sandavág. Dysturin endaði javnur 2-2.