Seinni landsdysturin millum Føroyar og Ísland endaði við 4 -6 sigri til Ísland.
Føroyingar vóru eitt vet veikari mannaðir til seinna dystin, men tað skal einki takast frá íslendsku gestunum, sum fingu uppreisn eftir stórtapið fríggjadagin. Samanlagt vinna Føroyar vinarlandsdystin við 12½ stigum móti 7½ stigum.
Seinna dystin telvaði IM John Rødgaard á fyrsta borði hjá Føroyum. John telvaði fyrstu ferð fyri Føroyar á OL í Saloniki 1984, og hevur síðani telvað ikki minni enn 199 landsdystir fyri Føroyar. Í dag telvaði hann sostatt talv nr. 200 í landsliðshøpi -tað er uttan iva met í føroyskari ítróttarsøgu!
Til endahátíðina eftir vinarlandsdystin valdi Talvsamband Føroya at heiðra John Rødgaard fyri hansara trúfesti, og eisini Helgi Dam Ziska varð heiðraður fyri sín nývunna GM-norm.
Har John hevur lagt/ leggur lunnar føroyskari telving at frama, byggir Helgi støðugt víðari.
Tað skal eingin iva vera um, at teir báðir - á hvør sín hátt - hava serstakliga stóran týdning fyri føroyska telving.
Talvsamband Føroya fegnast um góða úrslitið í vinarlandsdystinum, og frøist um avrikini hjá Helga og John.
Einstøku úrslitini kunnu síggjast VIÐ AT TRÝSTA HER