Í bólki A liggur Helgi Dam Ziska á odda vit 2 stigum, hin føroyingurin í bólki á er Margar Berg, Margar tapti bæði talvini í dag.
Í bólki B fekk Rógvi Egilstoft Nielsen eitt stig í dag, hann liggur nú nr. 7 í bólkinum. Hjalti Toftum Jógvansson tapti bæði talvini í dag, hann liggur aftast í bólkinum.
Í bólki C fekk Pætur Poulsen eitt stig í dag, hann liggur nú nr. 8 í bólkinum. Einar Gregersen tapti bæði talvini í dag, hann liggur aftast í bólkinum.
Í bólki D fekk Høgni Egilstoft Nielsen ½ stig í dag, hann liggur nú nr. 9 í bólkinum. Heðin Gregersen tapti bæði talvini í dag, hann liggur nr. 11 í bólkinum.
Í bólki E eru tríggir føroyingar, Silas Eyðsteinsson vann móti Julian Gregersen, Silas hevur 1 stig og liggur nr. 7. Julian Gregersen og Janus Skaale liggja aftast og næstaftast við ongum stigi.
Í morgin 13. februar verða tvey umfør telvað. 3. umfar byrjar kl. 10 og 4. umfar byrjar kl. 15.