Talv, country og hugni

Vestmanna: Í talvfelagnum í Vestmanna hugsa tey ikki bert um talv. Men eisini um tónleik.
Tí hevur felagið ætlanir um at skipa fyri einum stórum country-festivali í bygdini í døgunum 16. til 18. september.
Til hetta stóra tiltakið krevst sjálvandi peningur og stuðul. Felagið hevur tí í hesum sambandi vent sær til bygdaráðið við eini umsókn um stuðul til tiltakið, m.a. til leigu av ítróttarhøllini.
Í eini umsókn, sum bygdaráðið skal taka støðu til á fundi týsdagin, verður somuleiðis biðið um loyvi at brúka økið innanfyri brandstøðina til parkering av campingvognum.
Fíggjarnevndin í bygdaráðnum hevur havt málið til viðgerð, og nú skal bygdaráðið so taka avgerð í hesum málinum.