Talufrælsi skal nýtast til at verja

Tað er ikki loyvt alment at verja samkynd í Uganda. Tað er ikki loyvt alment at verja dissidentar á Cuba. Tað var ikki loyvt at verja jødar í Nazitýsklandi, skrivar Sjúrður Skaale.

Sjúrður Skaale heldur lív í kjakinum um 266b við at svara Annitu á Fríðriksmørk.

Hann ásannar, at hon hevur rætt, tá tey vísa á, at fólk í øðrum londum verða forfylgd og dripin, og tískil er neyðugt at verja tey við eini lóg sum grein 266b í revsilógini.

Men Sjúrður Skaale vendir spurninginum á høvdið og sigur, at tað er júst av tí, at tað ikki er talufrælsi, at eingin er at verja tey, ið verða forfylgd.

- Tað var ikki talufrælsi í Nazitýsklandi. Ella Sovjet. Ella Kina. Tað er ikki talufrælsi á Cuba. Ella í Uganda. Vit kunnu ikki verja okkum móti tí, sum hendir í londum við ongum talufrælsi, við at avmarka okkara talufrælsi. Vit skulu gera tað øvuta: Vit skulu lata orðið verða púra frítt! Tað er ikki loyvt alment at verja samkynd í Uganda. Tað er ikki loyvt alment at verja dissidentar á Cuba. Tað var ikki loyvt at verja jødar í Nazitýsklandi. Tað fría orðið var og er ikki trupulleikin. Vanlukkurnar henda, har orðið ikki er frítt, skrivar hann.

Sjúrður Skaale vísir tó á, at talufrælsi er ikki bert ein rættur, men eisini ein ábyrgd. 

- Fleiri vísa í kjakinum á, at tað fría orðið kann særa. Tað er rætt. Talufrælsi má ikki síggjast sum ein rættur til at háða onnur - tað skal síggjast sum ein ábyrgd. Øll kenna tíverri ikki hesa ábyrgd. Men tað merkir ikki, at vit skulu skerja fría orðið! Fría orðið er eitt amboð - og í einum frælsum landi mugu fólk sleppa at nýta hetta amboð sum tey halda, at tað skal nýtast. Landsins orðaskifti má endurspegla landsins mentan, hugburð og vitanarstig, skrivar hann.

 

Les lesarabrævið her.