Talu-skrásetarin, sum skrásetur alt ið verður sagt inni í cockpittinum, er saman við ferðmátaranum sendur til Florida til nærri kanningar. Áðrenn hava serfrøðingar á eini kanningarstovu í London hugt at skrásetarunum, men hava teir givið skarvin yvir, og tí eru skrásetararnir nú sendir til Florida.
Tað vísir seg at vera ógvuliga trupult at fáa upplýsingar úr skrásetarunum, tí partar av teimum hava fingið skaða, hóast teir eru gjørdir til at klára 1100 hitastig í ein hálvan tíma.
– Taluskrásetarin er nú ávegis til Florida, har tey hava fólk, sum eru serfrøðingar í at fáa fatur í upplýsingum, sum annars eru truplir at fáa hendur á, segði virkandi stjórin í skaðanevndini, Grete Myhre, við Avisens Nyhedsbyrå fríggjadagin.
– Upplýsingarnir úr skrásetarunum eru ógvuliga týdningarmiklir fyri at vit kunnu staðfesta tað, sum er sagt í teimum ymsu samrøðunum í miðlunum. Eisini er møguleiki fyri, at aðrir ókendir upplýsingar koma fram. Okkurt sum flogskipararnir og tey ferðandi hava gloymt at greitt frá, ella okkurt vit hava gloymt at spurt tey um, sigur Grete Myhre.
Tað verður neyvan fyrr enn fríggjadagin at vit vita, um nakað brúkbart fæst úr skrásetarunum, men Grete Myhre er bjartskygd og segði við Avisens Nyhedsbyrå fríggjadagin, at tey vóna at fáa upplýsingar úr skrásetarunum.
Ikki punktering
Nógvar gitingar hava verið frammi um orsøkina til vanlukkuna. Onkrar teoriir hava verið um, at flogfarið punkteraði, tá tað setti seg, men hetta er helst ikki tilfeldið.
Gummirestir eru funnar á breytini, men kanningarleiðarin í skaðanevndini, Birgir Andreas Bull, sigur við VG, at gummiið ikki stavar frá nøkrum punkteraðum hjóli.
– Vit halda áfram við arbeiðinum við at savna fakta saman, og vit gera fleiri samrøður við flogfelagið. Skaðanevndin hevur funnið fram ávís ting, sum gera at onkrar orsøkir tykjast meiri upplagdar enn aðrar, men eg kann ikki siga meiri um hetta beint nú, segði Birgir Andreas Bull sigur við VG fríggjdagin.