Kirkjuráðsvalið er av á hesum sinni, og talt verður nú upp.
Kirkjuráðsval hevur verið í dag, og allastaðni, har tað eru fleiri enn 500 limir í einari kirkjusøkn, hevur verið val.
Atkvøðugreiðslan endaði klokkan 20, so valráðini eru í ferð við at telja atkvøðurnar nú.
Væntandi fáast fyrstu tølini frá valráðunum um ein hálvan tíma ella so.
Tað er bert í Klaksvík, Gøtu og Skopun, at fleiri enn ein listi hevur verið.