Talifrælsi er ikki absolutt í Føroyum

Talifrælsi er ikki absolutt í Føroyum, heldur listakvinna, sjónleikarin og rithøvundurin Rakel Helmsdal

Talifrælsi er ikki absolutt í Føroyum, heldur listakvinna, sjónleikarin og rithøvundurin Rakel Helmsdal. 

Tá Rakel búði í Fraklandi, miðskeiðis í 90unum, lærdi hon seg franskt við at lurta eftir útvarpinum. Tað var henni skjótt greitt, at í Fraklandi hevur tú loyvi til at siga og hugsa alt tað tú ynskir, og ongin setur spurning við nátúrliga tali- og skrivifrælsi og ongi evni eru ov halgaði til at vera tosað um. Tí rakti vanlukkan á Charlie Hebdo hana ræðuliga hart.

 

Hetta óavmarkaða frælsi er ikki í Føroyum, heldur Rakel. Hóast talifrælsi ikki er avmarkað av reglugerðum, so er tað avmarkað í persónligum sambandi millum fólk. Hon vil sleppa at siga tað, hon vil, tá hon vil. Tó, sigur hon, at vit sjálvandi ikki skulu stoyta fólk ella gera teimum ónáðir við vilja ella óneyðugt, men man má kunna hava sínar egnu hugsanir, heldur hon fast við.

 

- Tankin skal vera frælsur, og er hann ikki tað, so avmarkar tú  hvat gott kann spretta úr samfelagnum. Tað heldur okkum niðri, og vit avmarka okkum sjálvi.