Talið av flóttafólkum trífalda higartil í 2016

Mynd:Polfoto

100.000 flóttafólk eru higartil í 2016 komin til Evropa og er tað ein trífaldan av talinum av flóttafólkum samanborið við undanfarna ár.


Altjóða felagsskapurin fyri fólkaferðingar, IMO, metir at í minsta lagi 102.500 flóttafólk eru komin til griksku oyggjarnar Samos, Kos og Lesbos higartil í ár.


Harumframt verður mett, at 7.500 flóttafólk eru komin til Italia, meðan mett verður, at 411 fólk eru deyð í teirra roynd at koma til Evropa.


Sambært The Guardian, so var tað ikki fyrr enn í juni, at talið av flóttafólkum til Evropa kom upp á 100.000 í fjør. Tí bera myndugleikarnir ótta fyri, at talið av flóttafólkum fer at vaksa munandi komandi mánaðirnar.


Mett verður av umleið helmingurin av flóttafólkunum koma úr Sýria, meðan 20 prosent koma úr Afganistan. 

Mynd:Polfoto

Mynd:Polfoto

Mynd:Polfoto

Mynd:Polfoto

Mynd:Polfoto