Talið av deyðum eftir jarðskjálvtan í Turkalandi mánadagin er nú komið upp um 15.000.
Tað upplýsa myndugleikar í Turkalandi og Sýria.
Í Sýria eru 2.992 deyð, meðan talið í Turkalandi er 12.391. Tilsamans eru soleiðis 15.383 fólk deyð eftir jarðskjálvtan.
Við talinum nærkast tað sama støðið, sum jarðskjálvtin í 1999 í turkiska býnum Izmit.
Millum 17.127 og 18.873 doyðu tað ferðina, verður mett, í jarðskjálvtanum, sum var 15 kilometrar undir jarðskorpuni nærindis býnum Izmit í landnyrðingspartinum av Turkalandi.
Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, viðgekk í gjár, at bjargingarátakið ikki hevði verið nóg gott.
– Sjálvandi hevur verið okkurt, sum vit ikki hava gjørt nóg væl. Treytinar eru greiðar. Tað er ógjørlgt at fyrireika seg upp á eina vanlukku, sum hesa, sigur hann.
Fleiri túsund bygningar eru rapaðir, og fólk á lívi og deyð fólk liggja framveigs undir leivdunum.
Fólk, sum sluppu við lívinum, eru, sum ikki hava mat ella tak yvir høvdið. Tey flestu hava kunna hoyrt rópini um hjálp undir húsaleivdunum, meðan nøkur eisini hava hoyrt rópini steðga stillisliga.
– Bróðirsonur mín, versystir og systir henna liggja í leivdunum. Tey eru fangað undir teimum, og tað er einki tekin um lív, sigur Semire Coban, ein pedagogur úr Hatay-landspartinum.
– Vit fáa ikki samband við tey. Vit hava roynt at tosa við tey, men tey svara ikki... Vit bíða eftir hjálp. Tað hevur higartil tikið 48 tímar.
Tey 72 tímarnir, sum sambært katastrofuserfrøðingum er karmurin við størstu sannlíkindum fyri at bjarga mannalívum, eru við at fara.
Kortini kundu bjargingarfólk í gjár framvegis grava børn undan húsaleivdum frá einum rapaðum bygningi í Hatay.
Ein bjargingarmaður, sum eitur Alperen Cetinkaya, sigur, at hann hoyrdi røddir úr leivdunum og fekk grivið fólk á lívi út.
– Vit rokna við, at tað eru fleir sum hesi... Møguleikarnir fyri at bjarga fólki á lívi her eru ógvuliga góðir, sigur hann.
Jarðskjálvtin var mánadagin tíðliga um morgunin lokala tíð. Skjálvtin var máldur til eina roknaða megi upp á 7,8 við fleiri eftirskjálvtum.
/ritzau/AFP