Talið av deyðum eftir herviligan skógareld á Hawaii er nú vaksið upp í 53, og sambært guvernørinum í oyggjabólkinum er ikki óhugsandi, at talið verður enn størri.
Í nátt segði guvernørurin, Josh Green við tíðindastovuna CNN, at talið av deyðum nú er dagført og er 53 - og ikki 36, sum áður hevur verið sagt.
Josh Green sigur seg stúra fyri, at talið verður enn størri í einari seinni dagføring, sum fer at koma.
Tað er á næst størstu oynni á Hawaii, Maui, at skógareldurin hevur kostað mannalív.
Eldurin spjaddi seg ógvuliga skjótt, tí lendið hevur verið so turt, og her hevur verið nógvur vindur.
Søguligi býurin í útnyrðingspartinum av oynni, Lahaina, hevur verið hart raktur. Her rakk eldurin eitt nú til Front Street, har ein røð av handlum og matstovum eru.
Nógv ferðafólk koma til Lahaina,, og her noyddust nøkur av fólkunum at leypa á sjógvin fyri at sleppa undan óhugnaliga eldhavinum.