Taliban: Vit løgdu bumbuna í New York

Tann pakistanska deildin av Taliban sigur, at hon stóð aftan fyri royndina at spreingja eina bilbumbu í Times Square á Manhattan í New York. Tað stendur at lesa á einari islamistiskari heimasíðu, skrivar Reuters.

Sagt verður, at bumban var ætlað sum hevnd, aftur fyri at amerikanski herurin í Irak hevur dripið tveir menn, sum heimasíðan lýsir sum muslimskar pínslarváttar.

Bilbumban á Manhattan varð funnin og oyðiløgd, áðrenn hon brast.