Taliban stríðsmenn skutu undir kvinnukravgongu í Kabul

Umleið 40 djarvar kvinnur róptu “breyð, arbeiði og frælsi”

Komandi mánadag 15 august er tað júst eitt ár síðan, at víðgongdi islamistiski yvirgangsbólkurin Taliban tók valdið í Afghanistan. 

 

Í tí sambandi høvdu umleið 40 kvinnur eina kravgongu, í høvuðsstaðnum Kabul, sum fekk ein heldur ógvisligan enda.

 

Undir kravgonguni skutu taliban stríðsmenn upp í luftina fyri at ræða mótmælisfólkini, sum fyri tað mesta vóru kvinnur. Tað skrivar tíðindastovan AFP.

 

Nakrar av teimum kvinnunum ið søktu friðskjól í handlum nærindis, vórðu eltar og bankaðar við rifflunum hjá Talibanarunum, skrivar NRK.

 

Kvinnurnar gingu framvið kenslumálaráðnum í Kabul, meðan tær róptu “breyð, arbeiði og frælsi”.

 

Við sær høvdu tær eina plakat har tað stóð “15.august er ein svartur dagur” vísandi til dagfestingina, har tann islamistiska rørslan setti seg á valdið.

 

Her sæst sjónbandið av ræðuligu hendingini