Taliban og USA nærkast friðaravtalu

Ein friðaravtala millum islamsku rørsluna Taliban og USA verður kanska undirskrivað hendan mánaðin, upplýsa fleiri keldur.

– Ein avtala kann verða undirskrivað í februar, um Taliban minkar um harðligu álopini munandi. Ein avtala kann føra til eina afturtøku av amerikansku herdeildunum í Afghanistan, siga tvær dulnevndar afghanskar stjórnarkeldur og ein vesturlendsku sendimaður..

Hesi úttalilsi komui í dag, dagin eftir at afghanski forsetin, Ashraf Ghani, segði, at tað kanska hevði verið eitt frambrot í samráðingunum millum USA og Taliban í Qatar.

Samráðingarnar hava staðið í stað, tí Taliban ikki hevur megnað at minka um álop síni.

/ritzau/Reuters