Talið á ungum tónleikarum setir met

Í hesi vikuni verður kapping fyri ungar tónleikarar

Í hesi vikuni, ella hósdagin, fríggjadagin og leygardagin, verður tónleikakappingin, Stella Polaris, í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla á Landavegnum.

Hesa ferð eru tað 66 børn og ung, sum eru við í kappingini og tey kappast í trimum aldursbólkum. Fyrireikararnir siga, at so nógv fólk hava ikki verið við í kappingini áður. Fyrstu ferð, hendan kappingin var, var í 2014, og seinast hon var, var í 2019.

Ein bólku eru børn upp til 13 ár, ein annar bólku eru fyri ung ímillun 14 og 18 ár og tann triði bólkunum er fyri eitt sindur eldri tónleikarar, ella tónleikarar frá 19 - 24 ár.

Endamálið við kappingin er at geva ungum, evnaríkum tónleikarum, ið spæla klassiskan tónleik, ein pall at vísa seg fram á, og at seta sjóneykuna júst á hetta økið.

Samstundis er hetta ætlað at verða eitt íkast til føroyska mentanarlívið, umframt at vísa evnaríkum ungdómum størri ans. Og samstundis er endamálið at stimbra áhugan fyri klassiskum tónleiki sum heild.

Í dómsnevndini vera fimm dómarar, ið skulu meta um avrikini hjá luttakarunum. Í dómsnevndini eru Páll Sólstein, høvuðsdómari. Eyðun á Lakjuni, sum umboðar tónleikin í breiðastu merking, Heiðrun Petersen, umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla. Jógvan Zachariassen, umboð fyri áhoyrarin. Hans Petur í Brekkunum, umboð fyri Føroyar Symfoniorkesur.

Tað er musikkskúlanevndin í Tórshavnar Musikkskúla sum stendur fyri kappingini.