Talið á motorakførum veksur alsamt

Á nýggjastu hagtølunum hjá Bileftirlitinum sæst at talið á person og vørubilum er vaksandi. Vit merkja tað øll á ferðsluni, sum er vaksin sera nógv síðan búskaparkreppuna fyrra partin av 90´unum.

 

BILAR

Magnus Gunnarsson

Eins og samfelagið er nógv broytt hesi seinastu 50 árini, eru rættuliga stórar broytingar farnar fram innan samferðsluna, og ferðsluna sum heild. Tá í tíðini vóru ikki nógvir bilar í landinum, og um vit samanbera við í dag, so vóru so gott sum allir bilarnir arbeiðsbilar av onkrum slag, vørubilar, lastbilar, hýruvognar og nakrir fáir privatbilar. Tað var ikki vanligt at keypa nýggjan privatbil, og vóru teir flestu tí keyptir brúktir. Í 1948 vóru umleið 600 motorakfør í landinum, harav var ein rættuliga stórur partur motorsúkklur.

Valutaloyvini avtikin

Bilatalið í Føroyum tók rættuliga dik á seg síðst í sekstiárunum, tá ikki varð neyðugt at hava valutaloyvi fyri at keypa sær ein privatbil. Um vit fara 30 ár aftur í tíðina, so vóru í 1971 seldir tilsamans 941 bilar í Føroyum, har bilmerkini Mazda, Ford og Toyota lágu á odda. Sambært bóklinginum "Ferðslan 1999" hjá Landsfrøðinginum vóru tilsamans 2.019 nýggj motorakfør seld hetta árið, og vóru tilsamans 18.818 motorakfør í landinum tann 1.januar 2000.

??????????????????????????????????????



Hagtøk fyri skráseting av nýggjum akførum fyri jan.-aug. í 2000 og 2001.


Akfaraslag jan.-aug. jan.-aug. broyting %broyting

2000 2001 00-2001 00-2001

Brandbilar 1 0 -1 -100,00%

Bussar 3 2 -1 -33,33%

Hýrubilar 10 13 3 30,00%

Lastbilar 14 11 -3 -21,43%

Leguvognar 2 3 1 50,00%

Motorsúkkla 5 5 0 0,00%

Líkvognar 2 0 -2 -100,00%

Neyðsendakfar 3 2 -1 -33,33%

Persónbilar 896 1046 150 16,74%

Smábussar 7 11 4 57,14%

Tangabilar 1 0 -1 -100,00%

Viðfestivognar 37 67 30 81,08%

Vøruvognar 198 219 21 1061%


Samlað 1179 1379 200 16,96%