Talið á fosturtøkum vaks munandi

Fosturtøkurnar í Føroyum vuksu við einum triðingi í fjør. Tað vísa tøl í nýggju Heilsulýsingini hjá landslæknanum. Í fjør vóru 51 fosturtøkur framdar í Føroyum, og tað var meira enn ein triðing meira enn árið fyri, tá ið fosturtøkurnar vóru 37 í tali.

Hetta vísa tøl úr Heilsulýsing Landslæknans fyri 2009.

Tølini fyri føsturtøkur hava gingið upp og niður seinastu mongu árini, men talið á fosturtøkum í 2009 var tað hægsta síðani 1998, tá ið 59 fosturtøkur vóru gjørdar í Føroyum.

- Talið á fosturtøkum í Føroyum er lutfalsliga nógv lægri enn í hinum norðurlondunum, sigur Landslæknin í Heilsulýsingini.

Føroyska fostutøkulógini er frá 1959, og sambært henni kunnu fosturtøkur bert gerast, um lív og heilsa hjá kvinnuni, sum er við barn, eru í vanda. Hetta skal staðfestast á einum sjúkrahúsi, og ein yvirlækni á føroysku sjúkrahúsunum kann loyva einari fosturtøku í Føroyum.