Talið á fólki sum eru til arbeiðis veksur støðugt

Vøksturin hevur verið støðugur hesi seinastu árini - og hann heldur fram

Í September mánað í ár vóru 27.850 løntakarar í Føroyum, og tað eru knappliga 900 løntakarar fleiri enn tað vóru fyri einum ári síðani, ella í september í fjør.

Hetta vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni, og niðurstøðan hjá teimum er, at sum heild er gongdin tann, at talið á løntakarum veksur alsamt, hóast tað vóru 28.155 løntakarar í juli og 28.177 løntakarar í august, ella nakað fleiri enn tað vóru í september

Hagstovan sigur, at vøksturin í løntakaratalinum hevur verið rættiliga støðugur síðani 2014. 

Men aftur fyri veksur munurin ímillum kynini. Í september vóru um 14.435, ella 52 prosent, av løntakarunum menn, og 13.415, ella 48 prosent av teimum vóru kvinnur.

Men hesi seinastu árini eru tað fleiri menn enn tað eru kvinnur, sum leggjast afturat skaranum av løntakarum, og sostatt er kynsmunurin vaksin hesi seinastu árini.

Í september í 2014 vóru 800 fleiri menn til arbeiðis enn tað vóru kvinnur, og í september í ár vóru 1.020 fleiri menn til arbeiðis enn tað vóru kvinnur.

Tænastuvinnurnar eru tær størstu, tí tilsamans arbeiða 18.900 fólk í tænastuvunnunum, har tað eru heldur fleiri í privatu tænastuvinnuni.

 Síðani eru fiskivinnan, byggivinnan nokk so javnar, har tað arbeiða góð 4.000 hvørkum í hvørjum av hesum høvuðsgreinum.