Síðani tann fyrsti varð smittaður av koronavirus í Wuhan í Kina í januar, er talið av smittaðum kring heimin vaksið til yvir 16 milliónir upp á næstan sjey mánaðir.
Tað tók 45 dagar at koma frá tveimum til seks milliónir, 28 dagar at hækka við enn fýra milliónum og 28 dagar frá 10 til 16 milliónir. Um tann kurvan heldur fram, við talið av staðfestum tilburðum røkka 20 milliónum fyrst í august.
Her er dagfestingarnar fyri hvørja millión nýggjar tilburðir:
2. april: 1 millión.
15. april: 2 milliónir.
27. apríl: 3 milliónir.
9. mai: 4 milliónir.
21. mai: 5 milliónir.
30. mai: 6 milliónir.
8. juni: 7 milliónir.
16. juni: 8 milliónir.
22. juni: 9 milliónir.
28. juni: 10 milliónir.
4. juli: 11 milliónir.
9. juli: 12 milliónir.
13. juli: 13 milliónir.
18. juli: 14 milliónir.
22. juli: 15 milliónir.
26. juli: 16 milliónir.
Keldur: ABC, Johns Hopkins University.
/ritzau/