Almenn tøl vísa, at seinasta samdøgur eru staðfestir 33.355 nýggir koronu-tilburðir í Bretlandi. Somu tíð eru 1610 fólk staðfest deyð í landinum.
Hetta er samstundis størsta tal av deyðum, síðan herviliga farsóttin tók seg upp. Størsta skrásetta tal frammundan var 1325, og hetta var hin 8. januar í ár.
Síðan farsóttin byrjaði, eru út við 90.000 fólk deyð við koronu í landinum.
Í Bretlandi vísa tøl, sum byggja á kanningar fyri andevni móti koronu, at umleið 12 prosent av fólkinum eru ella hava verið fongd við covid-19 fram til endan av desember.