Talið á fulltíðararbeiðsleysum er minkað 249 fólk síðan apríl, tá arbeiðsloysið var tað størsta eftir tað aftur tók dik á seg í seinna hálvári 2008. Tað skrivar Hagstovan í dag.
Arbeiðsloysið vaks 17 fulltíðararbeiðsleys í oktober. Arbeiðsloysisprosentið broyttist úr 5,3 í september uppí í 5,4.
Annars er arbeiðsloysisprosentið sum heild óbroytt, tað 5,7%.
Í oktober vóru 720 mannfólk og 696 konufólk, ella samanlagt 1.416 fólk fulltíðararbeiðsleys.
Verður hugt eftir talinum av arbeiðsleysum býtt á sýslur, vísir tað seg ikki óvæntað, at talið er størst í Streymoyar og Eysturoyar sýslu, ið eisini eru tær fólkaríkastu.
Men í prosentum, er størsta arbeiðsloysið í oktober í Suðuroy, har tað var 7,7%.
Verður hugt eftir talinum av arbeiðsleysum býtt á aldursbólkar, sæst, at tað er størst hjá teimum 55 til 66 ára gomlu. Størsta arbeiðsloysið í oktober var tó hjá teimum 25 til 34 ára gomlu, tað var 7,5%.